9  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

A. Upprunauppskot
B. Frávik
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 6. oktober, løgdu tingmenninir Bill Justinussen, Poul Michelsen, Kristian Magnussen, Marjus Dam og Finnur Helmsdal fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

§ 1

Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 4 verður sett inn nýtt stk. 5, sum verður soljóðandi: "Stk. 5. Vísir tað seg, eftir at freistin í stk. 4 er farin, at onkur rættkomin ikki er tikin við á listan, ella at onkur av órøttum er komin á listan, kann bygdarráðið/býráðið á fundi í seinasta lagi dagin fyri valið rætta hetta."

2) Í § 7 verður sett inn nýtt pkt. 2, sum verður soljóðandi: "Bókstavafrámerking hjá flokki, sum hevur rætt at taka lut í løgtingsvali, eigur at vera sami bókstavur, sum flokkurin áður hevur nýtt í sambandi við løgtingsval."

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Undir nevndarviðgerðini av løgtingsmáli nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur heitti landsstýrismaðurin í innlendismálum á rættarnevndina um at gera nakrar broytingar í kommunuvallógini, sum ikki vóru við í uppskotinum, sum var til 1. viðgerð í Løgtinginum. Stýrisskipanarlógin § 15, stk. 2 ásetir, at "Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt, uttan at tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á Løgtingi." Í áliti sínum til Løgtingið vísti rættarnevndin tí á, at rættast var, at nýtt lógaruppskot varð lagt fyri Løgtingið, skuldi Løgtingið fáa høvi at taka støðu til hesar broytingar.

Ad. 1) Orsøkin til broytingina er, at kommunuvallógin ikki eins og løgtingsvallógin loyvir kommununum at rætta feilir í vallistanum. Hesin møguleikin er ikki uttan týdning og verður javnan nýttur í sambandi við løgtingsval. Við broytingini kunnu kommunur sostatt rætta egnar feilir í skrásetingini soleiðis, at størri vissa fæst fyri, at veljari, sum hevur valrætt og valbæri, at røttum kann sleppa at velja og verða valdur.

Ásetingin er tó orðað eitt sindur øðrvísi enn ásetingin í løgtingsvallógini § 7, stk. 2.

Í løgtingsvallógini stendur, at bygdarráðið/býráðið kann gera rættingar "seinni". Í løgtingsvallógini § 7, stk. 2 er tað ikki so stórur ivi um, at hetta vil siga eftir, at kærufreistin í stk. 1 er farin. Sama áseting, sett inn í kommunuvallógina § 4, stk. 5, hevði tó givið tulkingartrupulleikar, hvat viðvíkur spurninginum um, hvat er at skilja sum "seinni". Tí er í broytingaruppskotinum beinleiðis ásett, at tað er eftir, at kærufreistin er farin, at bygdarráðið/býráðið hevur møguleika at gera rættingar.

Harumframt er heimildin at gera rættingar víðkað til eisini at fevna um tey føri, tá onkur av órøttum er komin á listan, og ikki sum í løgtingsvallógini, bert tá onkur rættkomin ikki er komin á listan. Orðavalið er annars tikið frá kommunuvallógini § 4, stk. 4.

Ad. 2) Ásetingin er bert galdandi fyri flokkar, sum hava rætt at taka lut í løgtingsvali. Rætt at taka lut í løgtingsvali hava flokkar, sum seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har, umframt flokkar, sum eru fráboðaðir landsstýrinum eftir reglunum í løgtingsvallógini § 15. Hevur flokkur, sum er fráboðaður landsstýrinum, ikki áður tikið lut í løgtingsvali, kann hann tó sjálvsagt ikki nýta hesa áseting.

Løgtingsvallógin ásetir, at hvør flokkur "um gjørligt" eigur at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val. Nærri ásetingar eru tó hvørki í lógini ella viðmerkingunum til løgtingsvallógina um, nær tað ikki er gjørligt, at flokkur fær sama bókstav. Ein flokkur hevur tí ikki trygd fyri at fáa ávísan bókstav, og Løgtingið hevur heldur ikki trygd fyri, hvørji atlit verða løgd til grund fyri, at ikki skal verða gjørligt at geva einum flokki ávísan bókstav. Tí er uppskotið orðað soleiðis, at flokkur altíð skal hava sama bókstav, sum flokkurin áður hevur nýtt í sambandi við løgtingsval.

Á tingfundi 8. oktober 2004 las formaðurin soljóðandi skriv frá tingmonnunum Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Marjus Dam, Finni Helmsdal og Bill Justinussen:
Undirritaðu tingmenn heita hervið á tingformannin um at gera frávik frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð, sambært § 85 í tingskipanini, av løgtingsmáli nr. 9/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar kommunur.
Frávik samtykt 26-1-0.

1. viðgerð 8. oktober 2004. Málið beint í rættarnevndina, sum sama dag legði fram soljóðandi

Álit

Løgtingsmenninir Bill Justinussen, Poul Michelsen, Kristian Magnussen, Marjus Dam og Finnur Helmsdal hava lagt málið fram tann 6. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 8. oktober 2004 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. oktober 2004.

Uppskotssetararnir hava eftir framløguna í Løgtinginum sent málið til ummælis hjá Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. Kommunusamskipanin hevði ongar viðmerkingar, meðan Kommunufelagið metti tíðina vera ov stutta til at gera viðmerkingar.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 8. oktober 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 8. oktober 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 67 frá 11.10.2004