Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

5. fundur

Ár 2005, týsdagin hin 8. mars, kl. 10.05, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

John Johannessen

Olav Enomoto og

Heidi Petersen

 

Jákup Mikkelsen, Marjus Dam og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen 

 

Til viðgerðar:

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 4. fundi tann 30. november 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
 

3.      Løgtingsmál nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
Pkt. 2 og 3 vórðu viðgjørd undir einum.

Klokkan 10.10 komu á fund við nevndina umboð fyri Mentamálaráðið Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri, og Poul Nolsøe, fulltrúi.

Teir fóru av fundi aftur klokkan 10.25.

Málið varð umrøtt. Álit varð orðað og undirskrivað.

 

Næsti fundur:  

Eingin komandi fundur varð ásettur.  

 

Fundur lokin kl. 11.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari