9. fundur

Ár 2004, mánadagin hin 19. apríl, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Finnur Helmsdal
Marjus Dam
Bill Justinussen

Sverre Midjord var ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

Avgjørt varð at seta gerðabókina sum 2. punkt á dagsskránni.

  1. Løgtingsmál nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelse i visse sager"
    Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, kom á fund við nevndina klokkan 10.00 saman við Bárði Larsen, fulltrúa. Teir fóru av fundi klokkan 10.25.

    Málið varð umrøtt. Álit varð orðað og undirskrivað.
  2. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 8. fundi 15. apríl 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
  3. Løgtingsmál nr. 54/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  4. Løgtingsmál nr. 65/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Pkt. 3 og 4 á dagsskránni vórðu viðgjørd undir einum.

    Klokkan 10. 30 komu á fund við nevndina Ísak N. Jacobsen, Rolf Herup Olsen og Michael Thomsen frá KT-felagnum og Jan Mortensen frá Vinnuhúsinum. Teir fóru av fundi klokkan 11.10.

    Klokkan 11.10 komu Jørn Astrup Hansen frá Føroya Banka, Marner Jacobsen frá Føroya Sparikassa og Niels Kristian Nolsøe frá Elektron á fund við nevndina. Teri fóru av fundi aftur klokkan 11.40.

    Klokkan 11.45 komu á fund við nevndina Kristian Nielsen frá Trygd, Tummas Eliasen frá Føroya Lívstrygging og umboðandi Tryggingarfelagið Føroyar Gunnar í Liða og Jónsvein Simonsen. Teir fóru av fundi aftur klokkan 12.05.

    Fundurin varð niðurlagdur klokkan 12.10 og uppafturtikin klokkkan 13.30.

    Klokkan 13.45 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Bárður Nielsen á fund við nevndina saman við Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóra, Óla Heinesen og Kurt Madsen frá Toll og Skatt og Leif Abrahamsen frá Føroya Gjaldstovu. Teir fóru av fundi klokkan 14.20.

    Klokkan 14.20 kom á fund við nevndina Petur Holm frá Kaupthing Føroyar. Hann fór av fundi klokkan 14.35.

    Klokkan 14.35 kom á fund við nevndina Sigurð Poulsen frá Landsbankanum. Hann fór av fundi aftur klokkan 14.50

    Klokkan 14.50 kom á fund við nevndina Bergur í Garði og Reimar Lamhauge frá Postverk Føroya. Teir fóru av fundi aftur klokkan 15.00.

    Klokkan 15.00 kom á fund við nevndina Eyðfinnur Olsen, fyrrverandi starvsfólk á Elektron. Hann fór av fundi aftur klokkan 15.35.

    Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í innlendismálum og landsstýrismannin í vinnumálum á fund við nevndina.

    Nevndarlimirnir fingu útbýtt eina samanbering av løgtingsmáli nr. 54/2003 og løgtingsmáli nr. 65/2003.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin hin 21. apríl 2004, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 54/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
  3. Løgtingsmál nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Hesi koma á fund við nevndina í sambandi við pkt. 2 og 3 á dagsskránni:
Kl. 10.15 Dátueftirlitið
Kl. 10.45 Landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Kl. 11.15 Landsstýrismaðurin í innlendismálum 

Fundur lokin kl. 15.50

Birita S. Samuelsen
skrivari