8. fundur

Ár 2004, hósdagin hin 15. apríl, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Finnur Helmsdal

Bill Justinussen, Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 7. fundi, 5. apríl 2004, varð býtt út, lisin upp og góðkend.
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
    Ummæli til fíggjarnevndina, skjal D.h, varð orðað og undirskrivað
  3. Løgtingsmál nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager"
    Avgjørt varð at innkalla Herálv Joensen, aðalstjóra.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 19. apríl 2004, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".
  3. Løgtingsmál nr. 54/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
  4. Løgtingsmál nr. 65/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Í samband við viðgerð av pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:
Kl. 10.00 Herálvur Joensen, aðalstjóri

Í samband við viðgerð av pkt. 3 og 4 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:
Kl. 10.30 KT-felagið og Vinnuhúsið
Kl. 11.00 Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi, Suðuroya Sparikassi og Føroya Banki
Kl. 11.30 Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd og Føroya Lívstrygging
Kl. 13.30 Føroya Gjaldstova, Toll og Skatt saman við landsstýrismanninum í Fíggjarmálum.
Kl. 14.00 Kaupting
Kl. 14.15 Landsbankin
Kl. 14.30 Postverk Føroya
Kl. 14.45 Eyðfinn Olsen, fyrrverandi starvsfólk á Elektron 

Fundur lokin kl. 11.25

Birita S. Samuelsen
skrivari