7. fundur

Ár 2004, mánadagin hin 5. apríl, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Finnur Helmsdal
Bill Justinussen

Marjus Dam og Sverre Midjord vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 6. fundi tann 22. mars 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
  2. Ummæli til figgjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
    Hesi skjøl vóru býtt út:
    Skriv frá fíggjarnevndini, dagfest 31. mars 2004.
    Yvirlit yvir roknskapar- og ætlanartøl 2003, samanborið við uppskotið.
    Tey økir í frágreiðingini frá løgtingsgransskoðarunum fyri 2002, sum rættarnevndin varðar av.

    Nevndin gjøgnumgekk nevndu konti, og gjørdi av at seta løgmanni teir spurningar, sum framganga av nevndarskjali D.d., og landsstýrismanninum í innlendismálum teir spurningar, sum framganga av nevndarskjali D.e.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 15. apríl 2004, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til figgjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini.
  3. Løgtingsmál nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".

Eisini varð avgjørt at innkalla Eyðfinn Olsen, fyrrverandi starvsfólk á Elektron, og Vinnuhúsið á einum seinni fundi í sambandi við viðgerð av løgtingsmáli nr. 54/2003: Uppskot til broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. 

Fundur lokin kl. 12.00

Birita S. Samuelsen
skrivari