5. fundur

Ár 2004, mánadagin hin 15. mars, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Sverre Midjord
Marjus Dam

Finnur Helmsdal og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 3. fundi 4. desember 2003 var býtt út, lisin upp og tikin til eftirtektar.
    Gerðabókin frá 4. fundi 5. februar 2004 var býtt út, lisin upp og góðkend.
  2. Løgtingsmál nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding m.v.
    Málið varð umrøtt.

    Klokkan 10.15 komu á fund umboðandi Sp/f ítróttarvedding Heðin Mortensen, Thorfinn Højgaard og Óla Jákup Kristoffersen. Nevndin fekk avrit av sáttmálanum, gjørdur millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste tann 8. juli 2003, felagslógir fyri Sp/f Ítróttarvedding, avrit av umsetninginum hjá Dansk Tipstjeneste í Føroyum fyri 2003 og tøl fyri, hvussu ÍSF útbýtir peningin frá Ítróttarveddingini. Teir fóru av fundi klokkan 10.45.

    Klokkan 10.50 komu á fund umboðandi Føroya Ungdómsráð Andrea Eldevig, Sigmund Poulsen, Jóannes Árting, Hans Anfinsson Norðfoss og Jan Dam Vang. Nevndin fekk avrit av viðtøkunum hjá FUR, reglugerð fyri býti av stuðli av veddingarpengunum og eitt yvirlit yvir limafeløg í FUR Tey fóru av fundi klokkan 11.15.

    Klokkan 11.20 kom Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund saman Katrinu Mariu Johannesen. Tey fóru av fundi klokkan 11.50.

    Gjørt varð av fáa eitt yvirlit yvir, hvør fær stuðul frá Mentamálaráðnum, og hvussu stuðulin verður útbýttur.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 22. mars 2004, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 54/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum 

Fundur lokin kl. 12.10

Birita S. Samuelsen
skrivari