Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

4. fundur

Hósdagur 13. februar  2003

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen


Til viðgerðar:
 

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 3. fundi 10. februar 2003 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
    Á fund um málið komu Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Rúni Joensen, aðalstjóri og fúltrúarnir Eyðbjørn Larsen og Marjun Magnussen.

  3. Løgtingsmál nr. 61/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (revsiábyrgd fyri løgfrøðiliga persónar)
    Umboðini fyri løgmálaráðið vóru framvegis á fundi, og málið varð umrøtt við tey. Álit varð hereftir undirskrivað í málinum.

  4. Kunningarferð
    Ferðin varð umrødd.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 20. februar 2003, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 4. fundi 13. februar 2003
  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
  3. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing
  4. Kunningarferð nevndarinnar 

 

Fundur lokin kl. 11.30

Sjúrður Rasmussen
skrivari