Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

3. fundur

Mánadagur 10. februar  2003

kl. 13.30

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 2. fundi 24. oktober 2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing
    Uppskotið varð umrøtt. Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri Løgtingsins, kom á fund at greiða frá skipanini við stuðli til tingbólkarnar í mun til stuðulin til flokkarnar. Ein meiriluti í nevndini, umboð fyri samgonguflokkarnar, tekur undir við uppskotinum vísandi til viðmerkingarnar. Ein minniluti, umboð fyri andstøðuna, tekur ikki undir við uppskotinum og letur nevndarskrivaranum sínar viðmerkingar til álitið í seinasta lagi 20. februar 2003.

  3. Løgtingsmál nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
    Málið varð umrøtt.

  4. Kunningarferð
    Ferðin varð umrødd.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 13. februar 2003, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 3. fundi 10. februar 2003
  2. Løgtingsmál nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
  3. Løgtingsmál nr. 61/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (revsiábyrgd fyri løgfrøðiliga persónar)
  4. Kunningarferð nevndarinnar

Kl. 10.15 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður á fund.

 

Fundur lokin kl. 15.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari