Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

9. fundur

Fríggjadagur 13. desember  2002

kl. 13.15

Á fundi vóru:

Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen
Jákup Mikkelsen og
Heðin Zachariasen (f. Kára P. Højgaard)

Jógvan Arge var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 8. fundi 12.12.2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
    Málið varð umrøtt.

  3. Løgtingsmál nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
    Álit varð undirskrivað í málinum

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 16. desember 2002, kl. 13.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

 

Fundur lokin kl. 14.35

Sjúrður Rasmussen
skrivari