Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

8. fundur

Hósdagur 12. desember  2002

kl. 10.05

Á fundi vóru:

Annita á Fríðriksmørk, formaður
Marjus Dam (f. Heðin Mortensen, næstformann)
Jógvan Arge
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen
Jákup Mikkelsen og
Kári P. Højgaard

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen


Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 7. fundi 9.12.2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
    Klokkan 10.10 kom Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum, á fund saman við Anniku Sølvará, setursskrivara. Tær fóru av fundi 10.55.

    Klokkan 11.15 kom Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, á fund saman við fultrúunum Mariu Jacobsen og Poul Nolsøe og rektaranum á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum Bergljót Ihlen. Tey fóru av fundi 12.10.

 

Tikið av skrá: Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin hin 13. desember 2002 aftaná tingfundin, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
  3. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

Fundur lokin kl. 12.20

Sjúrður Rasmussen
skrivari