Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

7. fundur

Mánadagur 9. desember  2002

kl. 10.05

Á fundi vóru:

Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Jógvan Arge
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen og
Jákup Mikkelsen

Kári P. Højgaard var ikki á fundi.


Skrivari:

Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 6. fundi 3. desember 2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
    Á fund kl. 10.20 komu, umboðandi Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Prentsmiðjufelag, Vilhelm M. Johannesen, Jón Hestoy og Bjørgfríð Ludvig. Tey fóru av fundi kl. 10.50.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit á komandi fundi. Álitisíkast frá nevndarlimunum verða at senda skrivaranum í seinasta lagi hósmorgunin 12. desember 2002, áðrenn komandi fundur nevndarinnar byrjar.

  3. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
    Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 12. desember 2002, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
  3. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
    Klokkan 10.15 kemur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya á fund
    Klokkan 11.00 kemur Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, á fund saman við leiðsluni á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

 

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari