Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

3. fundur

Mánadagur 21. oktober  2002

kl. 10.10

Á fundi vóru:

Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Jógvan Arge
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen
Jákup Mikkelsen
Kári P. Højgaard

 

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 2. fundi 15.10.2002 varð góðkend.

  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
    Nevndin gjøgnumgekk svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum upp á spurningarnar, nevndarskjal C.f.
    Fundur niðurlagdur 11.00

    Fundur uppafturtikin kl. 11.30 í Mentamálaráðnum. Á fund komu nú Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, saman við Peturi Petersen, aðalstjóra, og fultrúunum Bjarna Wilhelm og Annu Kass. Nevndin setti teim møttu ískoytisspurningar.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 22.10.2002, kl. 10.00 , við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 3. fundi 21.10.2002
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

 

Fundur lokin kl. 12.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari