Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

2. fundur

Týsdagur 15. oktober  2002

kl. 9.00

Á fundi vóru:
Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen og
Jákup Mikkelsen

Jógvan Arge og Kári P. Højgaard vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

 

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 1. fundi 14.10.2002 varð góðkend.

  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
    Nevndin gjøgnumgekk bls. 256-282 í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum og gjørdi av at seta landsstýrismanninum í mentamálum teir spurningar, sum framganga av nevndarskjali C.d.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 21. oktober 2002, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 2. fundi 15.10.2002
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
    Klokkan 11.00 kemur Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður á fund.

 

 

Fundur lokin kl. 10.45

Sjúrður Rasmussen
skrivari