Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

1. fundur

Mánadagur 14. oktober  2002

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen
Jákup Mikkelsen

Kári P. Højgaard og Jógvan Arge vóru ikki møttir.

Sum eygleiðari var til staðar Heðin Zachariasen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen


Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 9. fundi 31.05.2002 varð góðkend.

  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
    Nevndin gjøgnumgekk bls. 183–256 í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fram til konto 7.24.2.10 Norðurlandahúsið og gjørdi av at seta landsstýrismanninum í mentamálum teir spurningar, sum framganga av nevndarskjali C.c.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 15. oktober 2002, kl. 9.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 1. fundi 14.10.2002
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini.

 

Fundur lokin kl. 13.25

Sjúrður Rasmussen
skrivari