Løgtingsins gerðabók fyri
tingsetuna 2006
20. fundur
Ár 2006, týsdag 7. november, kl. 13.30, varð
tingfundur settur.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, var ikki á
fundi.
Farloyvi:
Skriv frá
Heðin Zachariasen, løgtingsmanni,
dagfest tann 6. november 2006, við umsókn um farloyvi frá 7. november 2006 til
og við 24. november 2006, og at næstvaldi á lista Fólkafloksins í Norstreymoyar
valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan
atkvøðugreiðslu, at Ingi Olsen, ið
áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri
Heðin Zachariasen.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð
móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Málið beint í rættarnevndina
2.
Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál
nr. 28/2006: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, Hans
Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál
nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og
røktarheimi í Vági, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið
lagt fram tingmál
nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
kommunustýri (kommunustýrislógin), Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna
Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál
nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri
Føroya, vinnunevndin hevur lagt
fram álit í tingmáli
nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 8/2006: Uppskot til samtykar um lívfrøðiligt margfeldi
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 8.
november 2006, kl 13.30, við hesi dagsskrá:
1.
Munnligir fyrispurningar.
2. Framløga.
Fundur lokin kl. 20.39
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta
Isaksen
skrivari