80. fundur

Ár 2004, fríggjadagin 14. mai kl. 10.10 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Edmund Joensen, Høgni Hoydal, Andrias Petersen, Kristian Magnussen og Poul Michelsen, løgmaður, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2003: Uppskot til løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
    §§ 1 og 2 samtyktar 15-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-38/2003 frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tonsaskattaskipan og skatting av manningum.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 56-6/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2002, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 63/2003: Uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 18. mai 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2003: Uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-6/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2002.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2003 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi at Føroyar verða lýstar sum amt hjá donskum myndugleikum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi villleiðandi upplýsingum til almenningin um fíggjarstøðu landsins.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-41/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi leikluti Føroya í nýggjari ES-grundlóg og møguligari fólkaatkvøðu í Føroyum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avbjóðingunum í sambandi við, at ES verður víðkað.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.05. 

Vilhelm Johannesen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari