79. fundur

Ár 2004, hósdagin 13. mai kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Edmund Joensen, Høgni Hoydal og Kristian Magnussen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004.
  2. Fundur nirðurlagdur kl. 15.47.
    Fundur uppafturtikin kl. 16.05.

    Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Alfred Olsen, Kára P. Højgaard og Vilhelm Johannesen til § 2.14.1.02. Studningur til politiskt virksemi og upplýsing, og til § 15.14.1.02. Studningur til politiskt virksemi og upplýsing samtykt 19-1-7. Broytingaruppskot frá Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Heðin Mortensen til §§ 2, 5, 6, 7, 8 og 15 samtykt 20-1-7. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.

  3. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-35/2003 frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen um kanningar og viðgerð av føroyskum fostrum - og um framtíðarætlanir á økinum.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 14. mai 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2003: Uppskot til løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2003 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tonsaskattaskipan og skatting av manningum.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.55. 

Hergeir Nielsen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari