78. fundur

Ár 2004, mikudagin 12. mai kl. 13.35 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Edmund Joensen og Andrias Petersen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm og Bárður Nielsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-39/2003 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avtalu um útlendingamál og útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, sum ikki varð sett í gildi.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2003: Uppskot til løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 3 samtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-36/2003 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi tímabýtinum hjá smærru bygdaskúlunum.
    Málið avgreitt.
  5. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-37/2003 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi stovnsetan av serskúla í Eysturoynni.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 13. mai 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2003 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen um kanningar og viðgerð av føroyskum fostrum - og um framtíðarætlanir á økinum.
  3. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.30 

Hergeir Nielsen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari