66. fundur

Ár 2004, hósdagin 15. apríl kl. 13.36 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl, Annita á Fríðriksmørk, Lisbeth L. Petersen, Kári P. Højgaard, Anfinn Kallsberg og landsstýrismaðurin Bjørn Kalsø og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið beint í rættarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið. Svar uppá fyrispurning nr. 100-27/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi familjurætti – við serligum denti á rættindi hjá børnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. apríl 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttarskúla við Meginskúlan í Sandoynni
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2003: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2003: Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins í Norðurlandaráðið.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at seta úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið og estisku lýðveldisstjórnina.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi familjurætti - við serligum denti á rættindi hjá børnum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjari elveitingarlóg og umhvørvisvinarligari orkuframleiðslu.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.30 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari