65. fundur

Ár 2004, mikudagin 14. apríl kl. 13.3 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl, Marjus Dam, Kári P. Højgaard og Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munniligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
  3. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  5. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-1/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
  7. Uppskot til samtyktar samtykt 25-1-0.
    Málið avgreitt.

  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-2/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
  9. Uppskot til samtyktar samtykt 25-1-0.
    Málið avgreitt.

  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-3/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
  11. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-4/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2002.
  13. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-5/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002.
  15. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  16. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 67/2003: Uppskot til løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í løgtingsmáli nr. 38/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttarskúla við Meginskúlan í Sandoynni og nr. 49/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, og nr. 53/2003: Uppskot til løgtingslóg um at úgbyggja Tekniska skúla í Klaksvík, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í løgtingsmáli nr. 42/2003: Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins í Norðurlandaráðið, og nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at seta úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið og estiksu lýðveldisstjórnina

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 15. apríl 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-27/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi familjurætti – við serligum denti á rættindi hjá børnum
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.54 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari