64. fundur

Ár 2004, týsdagin 13. apríl kl. 13.45 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Henrik Old, Johan Dahl, Hergeir Nielsen, Kári P. Højgaard, Finnur Helmsdal, Anfinn Kallsberg, landsstýrismenninir Bárður Nielsen, Bjørn Kalsø og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini, frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, um nullhugsjónina.
    Málið avgreitt.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 63/2003: Uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 64/2003: Uppskot til løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, at Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 66/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Farloyvi
Skriv frá Óla Breckmann, dagfest 12. apríl 2004, við umsókn um farloyvi, og at næsti á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Annika Olsen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti á tingi fyri Óla Breckmann.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 14. apríl 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munniligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-1/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-2/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-3/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-4/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2002.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56-5/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002.
  9. Framløga.

 

 

 

Fundur lokin kl. 17.48

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen

skrivari