59. fundur

Ár 2004, fríggjadagin 26. mars kl. 10.10 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Sverre Midjord, Kári P. Højgaard, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  2. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.
  4. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  6. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2003: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
  8. §§ 1- 84 fullu 9-0-19.
    Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2003 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveiting av ljóð- og AV-bondum.
  10. Málið avgreitt.

  11. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m., at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í løgtingsmálunum nr. 41/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður - Strendur og Norðskála – Oyri og nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr 46/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti er tikið aftur av uppskotssetaranum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 30. mars 2004 kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004
  2. Framløga

 Fundur lokin kl. 11.25 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari