58. fundur

Ár 2004, hósdagin 25. mars kl. 13.39 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Marjus Dam, Bill Justiniussen, Sverre Midjord, Kjartan Joensen og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bjørn Kalsø og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

Framløga.
Formaðurin boðaði frá at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 26 mars 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2003: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2003 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveiting av ljóð- og AV-bondum
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 13.41 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari