57. fundur

Ár 2004, mikudagin 24. mars kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0
    Málið avgreitt.
  4. 2. Viðgerð av tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 32-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. Viðgerð av tingmáli nr. 37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-1-0
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-1-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Broytingaruppskot fra samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 29-0-0
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, til § 1 fall 8-1-21
    § 1, 2 og 3 fullu 7-0-23
    Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  8. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-28/2003 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fráboðaða skattalættanum.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
  10. Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli 45/2003: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. mars 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Framløga

Fundur lokin kl. 17.30 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari