56. fundur

Ár 2004, hósdagin 18. mars kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Lisbeth L. Petersen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, um nýggja elveitingarlóg og umhvørvisvinarliga orkuframleiðslu.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2003: Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins til Norðurlandaráðið.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2003: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2003: Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2003: Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., og nr. 47/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m., og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 24. mars 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fráboðaða skattalættanum.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.49. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari