30. fundur

Ár 2003, týsdagin 2. desember kl. 13.35, varð tingfundur settur.

Kristina Háfoss, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um Tilbúgvingarverkætlan Føroya.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2003: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2003.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-4/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2003, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 28/2003: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 6/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, nr. 8/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin) og nr. 18/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 3. desember 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggja yvirtøkuleistinum.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-15/2003 til Eyðun Elttør, landsstýrismann, frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Agenda 21.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Framtaksgrunninum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2003 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi filminum færøerne.dk.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100–16/2003 til Bjarna Djurholm, landstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi flogviðurskiftum í Føroyum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2003 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðlíkahaldi av Landssjúkrahúsinum.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.10.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari