24. fundur

Ár 2003, hósdagin 13. november kl. 13.35, varð tingfundur settur.

Johan Dahl, løgtingsmaður, og  Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi innkoyring til Havnina.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2003: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2003: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 14/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 5/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-21/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygdini í ríkisrættinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 14. november 2003, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkøvðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygdini í ríkisrættinum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 18/2003, nr. 19/2003 og nr. 21/2003 verða viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 16/2003 og nr. 17/2003 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. Framløga. 

Fundur lokin kl. 19.25.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari