23. fundur

Ár 2003, mikudagin 12. november kl. 13.35, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Johan Dahl og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2003 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðlíkahaldi av Landssjúkrahúsinum.
    Samtykt 22-2-1 at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2003 til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrisman, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landsskjalasavninum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 13 . november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi innkoyring til Havnina
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2003: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2003: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 14/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  6. Framløga 

Fundur lokin kl. 16.12.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari