Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

96. fundur

Hósdagur 3. mai 2001

kl. 13.30

 

Ár 2001, hósdagin 3. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Marjus Dam, Helena Dam á Neystabø og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismennir Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-63/2000 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn.
    Málið avgreitt.
  2. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-74/2000 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
    Málið avgreitt.
  3. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-75/2000 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennu fyrisitingini.
    Málið avgreitt.

    Fyrispurningar nr. 100-74/2000 og nr. 100-75/2000 vórðu svarðir undir einum.
  4. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-78/2000 frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum av sjálvstýrismálinum.
    Málið avgreitt.
  5. Frávik.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jógvan Durhuus, Jógvan við Keldu, Signar á Brúnni, Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm, Torleif Sigurðsson, Jóannes Eidesgaard, Lisbeth L. Petersen, Edmund Joensen, Eyðun Viderø, Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Flemming Mikkelsen, Kári P. Højgaard, Jákup Suni Joensen, Dan R. Petersen, Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Katrin D. Jakobsen og Hergeir Nielsen hava heitt á tingformannin um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, á øllum viðgerðarstigum av tingmálunum: nr. 57/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m., nr. 63/2000: Uppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking og nr. 55/2000: Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi.
    Samtykt 21-1-0.
  6. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-79/2000 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvum.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 3. mai 2001, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 115/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2000: Uppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2000: Uppskot til samtyktar um bygnaðarbroytingar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2000: Uppskot til løgtingslóg um gransking.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-68/2000 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari