Fyrispurningur um fíggjarligar avleiðingar av sjálvstýri


100-78 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum av sjálvstýrismálinum


Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

 

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrið gjørt kanningar av fíggjarligu avleiðingunum av nýggju sjálvstýrisætlan landsstýrisins?
  2. Um slíkar kanningar eru gjørdar, hvat siga tær so um ávirkanina á løgtingsfíggjarlógina fyri 2002 (RL avlopið og likviditet), um blokkstuðulin verður skerdur við 300 - 400 mió. krónum frá 1. januar 2002?
  3. Hvat siga møguligar kanningar um ávirkanina á løgtingsfíggjarlógina, tey árini meðan ríkisveitingarnar minka, og tá ríkisveitingarnar eru tiknar heilt burtur?
  4. Um slíkar kanningar eru gjørdar, hvørjar fyritreytir eru so nýttar fyri útrokningunum?
  5. Hevur landsstýrið kannað eftir, hvussu nógvar almennar íløgur kunnu gerast um árið tey næstu árini, um blokkstuðulin verður skerdur eftir ætlan landsstýrisins?
  6. Um hetta er gjørt, hvat vísir so úrslitið av kanningini?
  7. Um ongar kanningar eru gjørdar av øllum hesum viðurskiftum, er løgmaður so sinnaður at fáa nágreiniligar kanningar gjørdar, sum svara omanfyrinevndu spurningum?

Viðmerkingar:

Landsstýrið og samgongan hava boðað frá eini politiskari ætlan, sum ber í sær stórbroytingar í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar ímillum. Talan er um eina ætlan, sum fer at hava við sær víðfevndar fíggjarligar broytingar, umframt at virðismikil rættindi, sum í dag eru ein sjálvfylgja fyri Føroya fólk, verða mist.

Tað má haldast at vera óhugsandi, at landsstýrið tekur eitt so víðfevnt stig, uttan fyrst at hava kannað ítøkiliga eftir, hvørjar avleiðingarnar verða av tí. Hesar avleiðingar framganga als ikki í viðmerkingunum til uppskotið hjá landsstýrinum um sjálvstýri Føroya fólks (løgtingsmál nr. 114/2000).

Sambandsflokkurin hevur av sínum eintingum gjørt framrokningar í samráði við óheft búskaparfólk. Sum útgangsstøði fyri hesum framrokningum hevur verið roknað við, at rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini fara at hækka 2 % um árið, at íløgurnar verða óbroyttar, og at ríkisveitingin minkar 300 mió. krónur í 2002, og síðani 50 mió. krónur um árið.

Úrslitini av hesum framrokningum vísa, at føroyska samfelagið verður fyri sera álvarsomum hóttafalli, sum hevur við sær kreppustøðu í samfelagnum, um ætlan landsstýrisins verður sett í verk. Tí er neyðugt, at Løgtingið og Føroya fólk fáa at vita, um møguligar framrokningar hjá landsstýrinum koma til sama ella líknandi úrslit.

Eisini er neyðugt at fáa at vita, um landsstýrið hevur gjørt nakra langtíðaríløguætlan, sum byggir á ta fortreyt, at blokkstuðulin verður skerdur við 300 - 400 mió. krónum innan 1. januar næsta ár, og síðani verður minkaður burtur í einki tey komandi árini, umframt gjald fyri aðrar yvirtøkur, sum landsstýrið hevur boðað frá.

Um hetta arbeiðið er gjørt, hvat vísir so úrslitið av tí?

Løgmaður verður vinarliga biðin um at svara hesum spurningum.

Hjálagt er úrslitið av kanning Sambandsfloksins saman við óheftum búskaparfólki, av mettu fíggjarætlanini fyri 2001 til 2012.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. mai 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis: 

Svar:

Til 1.
Fyrst er at siga, at tað ber tíverri ikki til at gera kanningar av fíggjarligu avleiðingunum av eini ætlan, sum enn ikki er sett í verk. Tó ber til at gera metingar, har ein noyðist at nýta søguliga vitan sum útgangsstøði. Slíkar metingar hevur landsstýrið gjørt.

Landsstýrið hevur við uppskoti sínum til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks skotið upp eina tilgongd, har ein týdningarmikil málsetningur er, at føroyski búskapurin gerst sjálvberandi. Vit skulu koma burtur úr eini støðu, har vit eru heft at eini peningaveiting frá øðrum landi, yvir í eina nýggja støðu, har okkum ikki tørvar slíkar veitingar uttaneftir. Málið er sostatt, at føroyingar sjálvir skulu kunna fíggja sítt samfelag. Nú er spurningurin so, hvat ið skal til fyri at røkka hesum máli – hvat skal gerast, og hvussu skjótt kunnu vit vænta at koma á mál?

Kanningarnar og metingarnar, ið eru gjørdar, hava í høvuðsheitum givið eitt veruleikanært boð upp á hetta. Vit hava nú eina meting av, hvørji krøv ið skulu setast til okkara fíggjarpolitisku stýring soleiðis, at vit kunnu røkka málinum um ein sjálvberandi búskap. Vit hava metingar um, hvat ið skal til fyri at koma á mál, uttan at fremja skerjingar hjá tí almenna. Í metingunum er lagt upp fyri, at donsku ríkisveitingarnar minka burtur, og at landsstýrið átekur sær nýggjar fíggjarligar skyldur í sambandi við, at málsøki koma undir føroyskt ræði.

Til 2, 3 og 4.
Sum nevnt ber ikki til at siga nakað við vissu um framtíðina hesum viðvíkjandi, við tað at vit ikki frammanundan kenna búskaparvøksturin og harvið inntøkuvøksturin næsta ár. Tó ber til at meta við støði í kendum fyritreytum.

Roknskapurin fyri landskassan fyri árið 2000 vísti sum kunnugt eitt yvirskot stórt góðar 600 mió kr. Heilt einfalt merkir tað, at um veitingarnar úr Danmark seinasta ár høvdu verið 300-400 kr minni, hevði yvirskotið samsvarandi verið minkað við júst somu upphædd – t.e. eitt yvirskot upp á 200-300 mió kr. Hildið verður, at úrslitið hjá landskassanum fyri 2001 verður umleið tað sama sum seinasta ár.

Viðvíkjandi metingum frameftir kunnu fleiri ymisk útlit verða sett upp, alt eftir hvussu stóran búskaparvøkstur, ein roknar við. Tí er tað ikki serliga áhugavert og heldur ikki búskaparfrøðiliga haldgott at nýta framskrivingar til annað enn ábendingar um, hvørjar faktorar ein eigur at seta kósina eftir. Framskrivingarnar, sum landsstýrið hevur latið gjørt, mega tískil ikki skiljast sum spádómar um framtíðina, men sum eitt yvirlit yvir krøvini til búskapar- og fíggjarpolitikkin frameftir, um blokkstuðulin líðandi fer at fella burtur.

Søguliga hava vit í tíðarskeiðnum 1962-2000 havt ein miðalvøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni upp á umleið 3 % reelt um árið. At vøksturin er reellur merkir, at lagt er upp fyri prísvøkstri (inflatión). Leggið til merkis, at her eru bæði ring og góð ár innroknað, eisini tann heilt óvanliga stóri búskaparskelkurin í fyrru helvt av 90-árunum. Landsstýrið hevur gjørt varligar metingar um, hvussu búskapurin kann verða stýrdur í komandi árum, og hevur sum útgangsstøði fyri metingunum nýtt tøl, sum liggja undir miðal í mun til søguligu tølini. Dømi er sett upp, har ið høgi búskaparvøksturin heldur fram ár 2002 út, eftirfylgdur av tveimum árum við ongum reellum vøkstri, og síðani ein vøkstur, sum hvørt árið liggur 1 prosentstig undir søguliga miðalvøksturin síðani 1962. Hetta er sett upp í hjáløgdu talvuni "Kravsgreining viðv. tillaging av landskassanum".

Við hesum fyritreytum, og við einum fíggjarpolitikki, har ið vøksturin í útreiðslum landskassans ongantíð má verða hægri, men heldur nakað lægri, enn vøksturin í búskapinum sum heild, fer at bera til at minka bokkstuðulin við 300-400 mió. kr. beinanvegin í 2002, og síðani minka blokkin støðugt yvir nøkur ár, til hann er heilt burtur. Og hetta fer at bera til uttan at fáa hall á fíggjarlógini og uttan, at spart verður beinleiðis í almennu útreiðslunum. Kravsgreiningin vísir eisini, at eingin vandi noyðist at vera viðvíkjandi gjaldføri (likviditeti) landskassans, um rætt verður borið at.

Verður hinvegin ein ábyrgdarleysur útreiðsluøkjandi politikkur førdur, kann úrslitið gerast, at hall verður á fíggjarlógini við teim avleiðingum, ið harav kunnu standast. Tað er einki nýtt í tí, og hevur tað einki við sjálvstýri ella blokkstuðul at gera. Munurin er bert tann, at tá ið blokkurin minkar, verða orsøkirnar til at føra ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk meiri eyðsæddar, tí minni rásarúm verður – í øllum førum tey fyrstu árini – fyri oyðsli við almennum pengum.

Ein týdningarmikil liður í at kunna fyriskipa ein slíkan ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk er búskapargrunnurin, sum landsstýrið hevur í umbúna at seta á stovn. Leggjast kann afturat, at tað er skilagott at stovna slíkan grunn uttan mun til, hvat ið fer at henda viðvíkjandi peningaveitingum úr Danmark og í viðurskiftum Føroya við Danmark á rættarliga økinum.

Sjálvsagt vita vit, at vánalig ár kunnu koma, eins og vit hinvegin kunnu vænta ein munandi størri vøkstur næstu 3-5 árini orsakað av oljuleitingarvirksemi. Tí skal enn einaferð verða mint á, at vit kenna ikki framtíðina, men hinvegin byggja okkara metingar á varligar framskrivingar. T.d. eru nærum púra vissar inntøkur av oljuvirksemi komandi árini ikki tiknar við. Tað fer tí at koma afturat, og kunnu vit fegnast um tað til ta tíð.

Til 5 og 6.
Mett verður, at landsins útreiðslur til íløgur komandi árini, meðan blokkurin minkar, fara at liggja á sama støði sum í dag, t.e. umleið 200 mió. kr. um árið í dagsins pengum. Sí hjáløgdu Kravsgreining.

Hugsa vit okkum hinvegin, at blokkurin ikki verður minkaður, og vit ístaðin fóru undir at nýta hetta eyka gjaldføri til eyka íløgur, so hevði føroyski búskapurin verðið ovurupphitaður við hópin av ólukkuligum avleiðingum, so sum stóraumprísvøkstri, stórum innflutningi av útlendskari arbeiðsmegi, versnandi kappingarføri, ógvusligum innflutningsvøkstri við harav fylgjandi stórum handilsjavnahalli. Stutt sagt hevði ein slíkur politikkur eftir fáum árum fullkomiliga kollrent samfelagsbúskapin, og hevði tað rakt hart bæði hjá tí almenna og hjá vanliga borgaranum.

Til 7.
Spurningurin er svaraður omanfyri.  

LMS j.nr. 111-0024/2001

Málið avgreitt.