Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

80. fundur

Fríggjadagur 23. mars 2001

kl. 10.00

Ár 2001, fríggjadagin 23. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin D. Jakobsen, Marjus Dam og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Karsten Hansen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin D. Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsskjalavørði.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan.
    Uppskot frá Finni Helmsdal um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-16. Broytingaruppskot frá Henrik Old til § 25 fall 12-3-13. Broytingaruppskot frá vinnunevndini til §§ 5, 9, 10, 11, 12, 15, 16, 18, 20, 24, 27 og 28 samtykt 23-4-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-4-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2000: Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2000: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram, tingmál nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Heini O. Heinesen, Hergeir Nielsen, Signar á Brúnni, Jógvan Durhuus, Annita á Fríðriksmørk, Jógvan á Lakjuni, Finnbogi Ísakson, Óli Breckmann, Jóanis Nielsen, Jákup Suni Joensen, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Helena Dam á Neystabø, Alfred Olsen, Finnur Helmsdal, Eyðun Viderø og Henrik Old.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 28. mars 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2000: Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2000: Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2000: Uppskot til ríkislógtilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um upphavsrætt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2000: Uppskot til samtyktar um privatisering av almennum partafeløgum.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2000: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2000 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2000.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2001.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  13. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.10.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari