97 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skúlafyrisiting
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
Ár 2001, 3. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting av løgtingslóg um skúlafyrisiting
§ 1
Í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1999, verða § 28, stk. 3, 4 og 5, §§ 29, 32, 33 og 35 strikaðar.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Talan er um formligar broytingar. Í sambandi við at løgtingslóg nr 125. frá 20. mai 1997 um fólkaskúlan stigvíst verður sett í verk, er neyðugt at taka av tær greinir í lógini um skúlafyrisiting, sum snúgva seg um skúlanevndir, lærararáð og felagslærararáð, av tí at hesar eru broyttar í galdandi fólkaskúlalóg. Galdandi reglur fara úr gildi 1. august 2001, henda lóg fær tí gildi frá sama degi.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
a. Fíggjarligar avleiðingar
Ongar fíggjarligar avleiðingar eru fyri land ella kommunur av uppskotinum.
b. Umsitingarligar avleiðingar
Ongar umsitingarligar avleiðingar eru fyri land ella kommunur.
c. Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Ongar avleiðingar eru fyri vinnuna.
d. Umhvørvisligar avleiðingar
Ongar avleiðingar eru fyri umhvørvið.
e. Sosialar avleiðingar
Ongar sosialar avleiðingar eru av uppskotinum.
g. Altjóða sáttmálar
Ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar
h. Avleiðingarnar lýstar í talvu:
|
Fyri landið/lands |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
|
|
Nei
|
|
Kap. 3 Serligar viðmerkingar
Ad. § 1Viðvíkjandi nr. 1. Ásetingarnar um lærararáð, skúlanevndir og felagslærararáð verða strikaðar, av tí at nýggjar ásetingar um hesi viðurskifti koma í gildi 1. august 2001 eftir galdandi fólkaskúlalóg.
Ad. § 2
Broytingarnar fáa gildi 1. august 2001, samstundis sum galdandi fólkaskúlalóg ásetur reglur um somu viðurskifti.
1. viðgerð 9. mars 2001. Málið beint í mentanarnevndina,sum tann 21. mars 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2001 er málið beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2001.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
2. viðgerð 23. mars 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 27. mars 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 50 frá 03.04.2001
J.nr. 523-0044/2001