Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

49. fundur

Týsdagur 23. januar 2001

kl. 14.30

 

Ár 2001, týsdagin 23. januar, kl. 14.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Marjus Dam og Heini O. Heinesen, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Karsten Hansen og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi prestagarði í Glyvra prestagjaldi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Atkvøðugreiðslan útsett til seinni á fundinum.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Atkvøðugreiðslan útsett til seinni á fundinum.
  4. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/2000: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í norðurlandamálum, um Norðurlandamál 2001.
    Málið avgreitt.
  5. Atkvøðugreiðsla við 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm og Marjus Dam til § 1 fall 12-0-14. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen og Rúnu Sivertsen, til § 1 samtykt 26-0-0. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtytkt til 3. viðgerð.
  6. Atkvøðugreiðsla við 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm og Marjus Dam til § 1 fall 12-0-14. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen og Rúnu Sivertsen, til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2000: Uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-12.
    Málið avgreitt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  12. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jákup Sverri Kass, Kristian Magnussen og Jenis av Rana, vegna Sjálvstýrisflokkin, Javnaðarflokkin og Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 53/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 33/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, og nr. 46/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 24. januar 2001, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2000: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2000 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.00 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari