Skúlar

 

53  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2001, 23. januar, løgdu tingmenninir Jákup Sverri Kass, Kristian Magnussen og Jenis av Rana vegna Sjálvstýrisflokkin, Javnaðarflokkin og Miðflokkin fram soljóðandi

 

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 62 frá 09. juni 1988 um ávísar skúlar, soleiðis sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verður í § 1, stk. 2, skoytt uppí sum nýtt pkt. 10):
"10) Út- og umbygging av studentaskúla- og HF-skeiðnum, sum skal verða í Hoydølum "


§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:

Føroya Landstýrið hevur nú gjørt av at útskjóta bygging av skúlamiðdepli við Marknagilsvegin í Havn fram til 2003.

Gongdin í málinum hevur annars verið hendan:

Í 1996 var ein arkitektakapping útskrivað, sum gekk út uppá at byggja nýggjan studentaskúla uppi í Hoydølum, og vinnarar vóru funnir. Øll hildu, at nú bleiv dreymurin um nýggjan skúla veruleiki, øll uttan táverandi landstýrismaður í skúlamálum. Hann mælti ístaðin til, at skúlin skuldi byggjast úti við Marknagilsvegin.

Grundgevingarnar fyri ikki at byggja uppi í Hoydølum vóru m.a. hesar. Ein nýggjur skúli bleiv ov dýrur, og fundamentið, sum skúlin í síni tíð bleiv bygdur á, var eftir hansara meting ov veikt.

Tað fundamentið, sum landstýrismaðurin vísti á, var tann parturin av útbýggingini, sum skuldi fara fram í sjálvum bakkanum aftan fyri skúlan. Fundamentið, sum skúlabygningurin í dag er bygdur á, hevur hildið væl, tað hava kanningar, sum hava verið gjørdar, prógvað. Sjálvur skúlabygningurin er bygdur á eina sunna konstruktión.

Eitt annað, sum bleiv ført fram, var, at umbygging fór at skapa ov nógvan larm, um bygt bleiv í skúlatíðini. Veruleikin er tann, at ein studentaskúli hevur eina dagsnýtslu, sum er 25% 5 dagar um vikuna – ímeðan t.d. eitt sjúkrahús hevur eina dagsnýtslu, sum er 100% 7 dagar um vikuna. Tí er ikki skilligt, at man ikki kann fara undir at umvæla skúlan í skúlatíðini, og eftir at skúlagongdin er liðug. Tað ber væl til at koppa tíðini á og gera tað larmandi arbeiði, tá ið eingin skúlagongd er.

Og tá ið tosa verður um kostnað, so hevði tað verið nógv bíligari at umvælt verandi studentaskúla, ístaðinfyri at fara undir eitt eksperiment, sum kemur at kosta í minsta lagi 500 mió. kr. Hví ikki velja ta bíligaru loysnina fyri einaferð skyld?

Trupuleikin hjá teimum lóggevandi myndugleikunum og hjá teimum, sum frameftir skulu virka undir verandi umstøðum, er rættiliga átrokandi í løtuni. Óvissan um framtíðarstøðuna hjá skúlanum hevur nú varað nóg leingi. Óvissan hevur havt við við sær, at skúlin hevur manglað fígging til viðlíkahald í nógv ár, og skilið er hareftir. Skúlin hevur brúk fyri peningi fyri at lúka minstukrøvini, sum verða sett til ein hvønn skúla og eitt hvørt arbeiðspláss. Arbeiðseftirlitið hevur víst á nakrar neyðugar íløgur, sum mugu gerast beinanvegin, um skúlanum framhaldandi skal vera lív lagað.

Tískil mæla vit til at rudda óvissuna um framtíðarstøðu skúlans burtur og gera púra greitt, at vit ynskja, at studentaskúlin framhaldandi kemur at vera í Hoydølum.

Tað er í sær sjálvum eingin bati at bøta, um man ikki veit, hví man skal bøta! Tað má ein heildarloysn liggja á borðinum. Tað nyttar lítið at ljóðisolera og skifta ventilatiónina út, um man ikki veit, undir hvørjum fyritreytum arbeitt verður undir.

Støðið skal takast í teimum ætlanum, sum vóru frammi í sambandi við fyrstu arkitektakappingina.

Vit tosa í hesum førum um ein skúla, sum skal kunna lúka tey endamál og tær treytir, sum vit í einum framkomnum samfelag eiga at kunnu bjóða næmingum og lærarum.

1. viðgerð 2. februar 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 22. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Sjálvstýrisflokkurin, Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin hava lagt uppskotið fram tann 23. januar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 2. februar 2001 er tað beint mentanarnevndini.

Mentanarnevndin hevur viðgjørt málið á fundunum 7., 14. og 21. februar. Á fundinum 14. februar var Tórbjørn Jacobsen, landstýrismaður, á fundi saman við umboðum fyri Mentamálastýrið. Eisini var á sama fundi umboð fyri Arbeiðseftirlitið at greiða frá arbeiðsumhvørvisviðurskiftunum á Studentaskúlanum í Hoydølum og á Tekniska skúla.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Heðin Mortensen, Finnur Helmsdal, Hildur Patursson, Jóanis Nielsen og Kjartan I. Joensen) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið. Meirilutin metir, at Skúladepilin í Marknagili verður ein varandi loysn, sum loysir ein samlaðan skúlatørv í rættiliga langa tíð frameftir. Her verður hugsað um Tekniska skúla og Studentaskúlan. Skúladepilin er ætlaður at byggjast í modulum, og tí ber eisini til við hesi ætlan at fara undir at loysa akuttan skúlatørv við hesi loysn.

Minnilutin (Jenis av Rana og Katrin Dahl Jakobsen) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

Minnilutin heldur, at spurningurin um Studentaskúlan í Hoydølum mótvegis skúladeplinum í Marknagili snýr seg ikki bara um hølisviðurskifti og fermetrar, men eisini um pedagogisk viðurskifti og ætlanir frameftir.

Tær upplýsingar, sum mentanarnevndin hevur fingið undir viðgerðini av málinum, hava styrkt okkara sannføring um, at rættast er at studentaskúlin verður verandi í Hoydølum. Verður tað staðfest við lóg, ber til at fara undir veruligt umvælingar- og útbyggingarbeiði eftir ætlanini frá 1996 og ikki bara lúka krøvini, sum Arbeiðseftirlitið í longri tíð hevur sett fram.

Tað, at Tekniski skúlin í Havn, eins og Studentaskúlin í Hoydølum, eisini er komin í rættiligt rasshaft, ger tað uppaftur meira átrokandi, at støða verður tikin, so farast kann undir upprunaligu ætlanirnar viðvíkjandi Hoydølum. Tað forðar ikki fyri, at samanlegging kann fara fram av Tekniska skúla og Handilsskúlanum.

Í kjakinum um nýggja skúladepilin hevur verið víst til útbúgvingarpolitikkálitið frá 1999, sum vísir á tað skilagóða í at leggja saman skúlasløg. Har stendur at lesa: "Í Danmark eru seinnu árini framdar fleiri samanleggingar av teknisku skúlunum og samanlegging av handilsskúlum og tekniskum skúlum."(bind 1 s. 64). Einki verður nevnt um studentaskúlar! Tó vita vit, at onkrar royndir hava verið, men at tað eru fleiri, sum ávara heldur enn tala fyri.

Studentaskúlin í Hoydølum verður roknaður sum meðalstórur ella stórur studentaskúli við uml. 500 næmingum. Fyri støddina er tí einki, sum talar fyri samanlegging í størri eind. Harafturat er hesin skúlin albúgvandi, og kann tí ikki javnmetast við tekniska- ella handilsskúla.

Minnilutin heldur ikki, at ávíst matrikulnummar ella høli borga fyri góðum skúla. Skilagóð pedagogisk, faklig og praktisk argument, sum tala fyri eini integrering av studentaskúlanum við hinar skúlarnar, mugu á borðið, skal nakað høpi vera í hesi ætlan.

2. viðgerð 27. februar 2001. §§ 1 og 2 fullu 11-1-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.