Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

30. fundur

Fríggjadagur 24. november 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 24. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni, Jóannes Eidesgaard, og Annita á Fríðriksmørk, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/2000 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð.
    Málið avgreitt.

Tikið aftur:
Tingmál nr. 1-4/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2000 varð tikið aftur av uppskotssetaranum.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 28. november 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2000: Uppskot til samtyktar um nýval til Løgtingið.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum).
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2000: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jóanis Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avsláttarskipanum til tey, sum ferðast við skipum og bussum hjá Strandferðsluni.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi omankoyring til Tjørnuvíkar.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, viðvikjandi frí- og eftirskúlum.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari