Ættleiðingarstuðul

 

17  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C  Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2000, 23. november, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul verður gjørd henda broyting:
Í § 1, stk. 1, verða "15.000 kr." broyttar til "50.000 kr."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001. 

Viðmerkingar:
Ætlanin við uppskotinum er at minka um fíggjarligu forðingarnar hjá barnleysum at ættleiða, soleiðis at hesi hava eitt meira rættvíst val í millum ættleiðing og eftirgjørdan gitnað (kunstig befrugtning).

Í dag er royndarglasviðgerð ókeypis fyri tey, ið fáa hesa. Tey, ið velja at ættleiða, bera sjálvi allan kostnaðin, sum er millum kr. 60.000 og góðar kr. 100.000, tó undantikið tær kr. 15.000, ið fáast í stuðli úr landskassanum pr. barn.

Í Danmark verður mett, at tað almenna nýtir uml. 34 mió.kr. til viðgerð av fólki, ið ikki sjálvi kunnu fáa børn, umroknað er kostnaðurin fyri hvørt barnið uml. kr. 80.000, ið tað almenna rindar.

At javna munin á kostnaðinum á eftirgjørdum gitnaði og ættleiðing fer at betra um møguleikarnar hjá barnleysum at meta ættleiðing sum eitt nattúrligt val. Í dag er ofta trupult hjá foreldrum, ið ynskja at ættleiða, at fáa til vega so nógvan penging, og mugu tey tí taka lán úr peningastovnum og frá familju. Summi hava ikki ráð til meira enn tað eina barnið, hóast tey ynskja sær fleiri.

At fáa viðgerð fyri barnloysi er ikki altíð stuttleiki, og fleiri eru dømini um kvinnur, ið hava fingið álvarsligar likams - og sálartrupuleikar av úrslitaleysari viðgerð. Samfelagið eigur at nýta meira orku uppá at vísa barnleysum á møguleikan við ættleiðing, heldur enn bara at vísa á teknologifikseraða viðgerð, ið ikki altíð gevur úrslit, men tvørturímóti eisini hevur við sær varandi mein.

Fleiri, ið hava roynt úrslitaleysa viðgerð, hugsa tíverri so seint um møguleikan fyri ættleiðing, at aldurin tá er vorðin ein forðan fyri hesum.

Verður uppskotið samtykt, verður veruligi møguleikin hjá barnleysum at ættleiða nógv størri, umframt at tað almenna skjótari kann vísa á møguleikan.

Fíggjarligar avleiðingar
Gongdin seinastu árini er, at færri hava søkt um stuðul. Í 97, 98 og 99 var talið ávikavist 5, 4 og 3. Játtanin í ár er kr. 105.000. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er játtanin sett til kr. 62.000. Verður stuðulin 50.000 kr. fyri hvørt barnið, eigur Løgtingið í øllum førum ikki at lækka upphæddina á fíggjarlógini, men heldur hækka hana til kr. 200.000. Hugsast kann, at fleiri fara at ættleiða heldur enn at nýta nógva orku uppá at fáa barn sjálvi. Sostatt kann útreiðslan gerast størri fyri landskassan. Hinvegin so kann hugsast, at útreiðslan hjá sjúkrahúsverkinum til viðgerð fyri barnloysi verður minni. Verður umsóknartalið størri, enn játtan er til, ber til í fíggjarárinum at biðja Løgtingið um eykajáttan.

1. viðgerð 28. november 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 5. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 23. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 28. november 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 5. desember 2000.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 7. desember 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. desember 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 125 frá 22.12.2000