Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

16. fundur

Týsdagur 3. oktober 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 3. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Hans Pauli Strøm, Jógvan Durhuus, Annita á Fríðriksmørk og Finnbogi Ísakson, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum sjálvræði.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2000 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkastinum við bátahylin í Skálavík.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Av tí, at atkvøðutelduskipanin ikki er tøk, varð atkvøtt sambært § 76, stk. 2, í tingskipanini. Formaðurin heitti á tingmenninar Henrik Old og Hergeir Nielsen um at telja atkvøðurnar.
    §§ 1 og 2 fullu 12-1-14. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    §§ 1 og 2 fullu 12-0-14. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.
    Broytingaruppskot frá rættarnevndini til § 1 samtykt 19-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:
Nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð, og
nr. 100-22/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðini frá 1998 um grind

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 6. oktober 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2000 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2000 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðini frá 1998 um grind
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.25.

Eyðun Viderø
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari