Fyrispurningur um grótkastið við bátahylin í Skálavík

100-20 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi grótkastinum við bátahylin í Skálavík

 

Ár 2000, fríggjadagin 29. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er landsstýrismaðurin sinnaður at fáa til vega pening til kanning og umvælan av grótkastinum við bátahylin í Skálavík?
  2. Um so er, nær kann roknast vð, at neyðugu kanningarnar verða settar í verk?

Viðmerkingar:

Tá ringa fíggjarkreppan rakti landið, varð avrátt, at eingin peningur varð latin úr landskassanum til fígging av uppgávum í kommununum, og sostatt høvdu kommunurnar hvør í sínum lagi ábyrgdina av øllum íløgu- og rakstrarútreiðslum, ið annars ikki vóru ábyrgd landskassans sambært lóg.

Ymist er, hvussu fíggjarorkan er hjá kommununum í mun til støddina, men nógvar av stóru íløgunum í m.a. havnaútreiðslur megna smærru kommunurnar ikki. Eitt er, at landskassin frammanundan hevur verið við til at fíggja hesar, men verri er nú, tá týðandi ábøtur skulu gerast.

Í hesum føri er talan um grótkastið við bátahylin í Skálavík. Tað vísir seg nú, aftan á at eitt tíðarskeið er gingið, síðan grótkastið varð lagt, at grótið aftan á brimuppgang hevur lagt seg og er partvíst flutt soleiðis, at í summum førum er støðið máðað burtur undan, og at grótið er dottið inn fyri innsiglingina, og er hetta á veg til at byrgja fyri sigling úr og í bátahylin.

Uppgávan at umvæla hetta er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, og tí má haldast, at her fara stór virði fyri skeyti, og at um ikki so langa tíð, so er bátahylurin ónýtiligur.

Undirritaði heitti við skrivi, dagfest 16. februar 2000, á táverandi landsstýrismann í samferðslumálum um at fáa nakað gjørt, men enn er einki svar komið.

Vónandi vil landsstýrismaðurin saman við serkønum frá landsverkfrøðinginum taka málið upp nú og vísa ein vilja til at tryggja hesi virði og møguleikarnar hjá tí fólki, ið har býr.

Á løgtingsfundi 3. oktober 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 24. oktober 2000 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1 og 2:
Yvirhøvur er tað soleiðis, at kommunurnar eiga og reka havnir og lendingar í Føroyum og skulu tessvegna rinda fyri bæði íløgur og rakstur av havnunum.

Landið kennir tað fyrst og fremst sum sína skyldu at tryggja samferðsluna millum oyggjarnar. Meginparturin av peninginum, sum verður játtaður til havnaendamál, fer tí til samferðsluhavnir og samferðsluendamál annars.

Landsverkfrøðingsstovnurin kennir viðurskiftini í bátahylinum í Skálavík rímiliga væl, men neyðugt er at gera nýggjar kanningar, um so er, at bátahylurin skal umvælast.

Um landsstýrismaðurin skal fáa pening til vega til kanning og umvælan av grótkastinum í Skálavík, er neyðugt, at Løgtingið játtar pening til endamálið.

Málið avgreitt.