Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 2000

10. fundur

Fríggjadagur 25. august 2000

kl. 14.05

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. august, kl. 14.05, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jenis av Rana, Heðin Mortensen og Marjus Dam, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Tórbjørn Jacobsen, Helena Dam á Neystabø og Eyðun Elttør, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2000 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi brævi, sum Løgmansskrivstovan hevur sent til Sameindu Tjóðir.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr.100-8/2000 til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðartrupulleikum hjá lesandi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000.
    Broytingaruppskot frá Jógvan Durhuus og Heina O. Heinesen samtykt 19-2-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-3-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 25. august 2000, kl. 14.50, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2000
  2. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari