Fyrispurningur um skriv til ST

100-7 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi brævi, sum Løgmansskrivstovan hevur sent til Sameindu Tjóðir

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá tingmonnunum Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvør í landsstýrinum hevur tikið stig til at senda ST bræv viðvíkjandi samráðingunum millum Føroyar og Danmark?
  2. Nær er løgmaður kunnaður um brævið?
  3. Hví er uttanlandsnevndin ikki kunnað um hetta brævið, tá stýrisskipanin sigur, at landsstýrið skal ráðføra seg við nevndina í málum av stórum týdningi?
  4. Hví er brævið ikki undirskrivað av løgmanni, tá politiski boðskapurin í brævinum er, at danska stjórnin ikki veruliga vil samráðast um ein fullveldissáttmála?
  5. Hví er vanliga mannagongdin í uttanlandsmálum, sum jú er felagsmál, ikki brúkt í sambandi við hetta brævið?
  6. Hví verður brævið sent, tá løgmaður í Útvarpinum 23. august 2000 viðgongur, at ætlanin sjálvandi ikki er, at ST skal leggja upp í samráðingar, og at hetta heldur ikki letur seg gera, um ikki eisini danska stjórnin ynskir tað?
  7. Hevur landsstýrið sett seg í samband við aðrar altjóða felagsskapir hesum máli viðvíkjandi?

Viðmerkingar
Sambært heimasíðu landsstýrisins umsitur løgmaður stýrisskipanina, uttanlandsmál og kommunumál. Tá hetta mál uttan nakran sum helst iva snýr seg um uttanlandsmál, verður hesin spurningur settur løgmanni sum ábyrgdahavandi av økinum.

23. august bar Útvarpið tey tíðindi, at Løgmansskrivstovan 26. juli 2000 hevði sent høvuðsskrivstovuni hjá Sameindu Tjóðum í New York eitt bræv, sum snúði seg um samráðingarnar, sum eru millum Føroyar og Danmark um at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi. Brævið var ókent ikki bara fyri Føroya fólki, men eisini fyri Løgtinginum og fyri uttanlandsnevndini.

Longu 24. august 2000 kunnar stjórnin 21-manna nevndina á Christiansborg um hetta brævið til ST og um brævið frá Niels Helveg Petersen til løgmans, dagfest 23. august 2000.

Tríggjar dagar eftir, at brævið er sent, heldur løgmaður árligu røðu sína á ólavsøku, uttan at hetta verður nevnt við einum orði. Orðaskiftið um løgmasrøðuna vardi í samfullar tríggjar dagar, men heldur ikki tá kom fram, at landsstýrið hevði sett seg í samband við ST.

Í brævinum verður m.a. sagt, at danska stjórnin ikki hevur víst veruligan vilja til at samráðast. Hetta má kallast at vera ein verulig politisk viðmerking, men tó hevur løgmaður ikki undirskrivað brævið.

Vanliga mannagongdin í sambandi við uttanlandsmál, sum jú er felagsmál, er ikki heldur fylgd, sum eisini brævið frá uttanríkismálaráðharranum til løgmans tann 23. august ber boð um.

Tað hevur sjálvsagt áhuga fyri bæði spyrjararnar og fyri alt Føroya fólk at fáa at vita, um landsstýrið hevur sett eg í samband við aðrar altjóðar stovnar í samband við fullveldissamráðingarnar.

Á løgtingsfundi 25. august 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreisðlu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 21. september 2000 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1:
Sum partur av samráðingunum við donsku stjórnina hevur spurningurin um luttøku av altjóða eygleiðara verið nevndur fleiri ferðir, fyrstu ferð 21. mars 2000. Undir seinasta samráðingarfundi tann 15. juni 2000 varð boðað frá, at landsstýrið fór at kanna møguleikan fyri at fáa ein 3. part upp í samráðingarnar.

Sum ein partur av fyrireikingunum til komandi samráðingar hevur landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum Høgni Hoydal tikið stig til at kanna mannagongdina fyri, tá ST luttekur sum 3. partur í samráðingum.

Til spurning 2:
Løgmaður og Helena Dam á Neystabø vóru kunnað um skrivið til ST av Høgna Hoydal tann 26. juli 2000. Tað varð frá løgmanni lagt eina við, at brævið skuldi vera á embætismanna stigi, og skuldi vera ein tøkniligur fyrispurningur um mannagongdir fyri ST luttøku í samráðingum.

Til spurning 3:
Tá brævið til ST er ein fyrispurningur um mannagongdir og tískil er eitt reint fyrisitingarligt mál, metir løgmaður ikki, at málið kemur undir ásetingarnar í grein 54 í Stýrisskipan Føroya.

Hinvegin er uttanlandsnevndin kunnað um, at landsstýrið ætlar at kanna mannagongdir fyri, tá 3. partur kemur upp í samráðingar av hesum slag.

Til spurning 4:
Víst verður til svar til spurning 1. og 2.

Tá fyrispurningar og spurningar um mannagongdir verða fyrireikaðir av umsitingini, er brævið undirskrivað av rætta viðkomandi, nevniliga einum embætismanni.

Til spurning 5:
Uttanlandsmál eru felagsmál sambært grein 5 í heimastýrislógini. Grein 8 í somu lóg ger nærri reglur fyri luttøku Føroya í altjóða viðurskiftum.

Tey seinnu árini er føroysk luttøka í altjóða høpi vorðin alt meira sjónlig og sjálvstøðug. Mong dømi eru um beinleiðis brævaskifti millum landsstýrið og útlendskar stjórnir ella millumtjóða felagsskapir. Harumframt hava samráðingarfundir verið við ongari danskari luttøku.

Til spurning 6:
Her er ikki talan um nakra andsøgn, tí í brævinum verður ikki heitt á Sameindu tjóðir um at leggja upp í samráðingarnar. Talan er einans um ein fyrispurning av tøkniligum slagi viðvíkjandi upplýsingum um mannagongdir, tá ið Sameindu tjóðir og/ella stovnar tess luttaka sum triði partur í altjóða samráðingum.

Til spurning 7:
Landsstýrið hevur ikki sett seg í samband við aðrar altjóða felagsskapir hesum máli viðvíkjandi. Landsstýrið hevur tó til fánýtis um donsku stjórnina roynt at sett seg í samband við NATO í sambandi við kanningar viðvíkjandi framtíðar trygdarpolitikki Føroya og umhugsar at venda sær til altjóða búskaparstovn um meting av føroyskum sjálvberandi búskapi.

Málið avgreitt.