8 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2006, 6. februar, legði Beinta Bergsdóttir vegna seg sjálvan, Rannvá, Døgg, Sharon og Vanju frá 8. b í Argja skúla fram soljóðandi
til
løgtingslóg
§ 1
Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 2005 um fyribyrgingarráð verður gjørd henda broyting:
1) Í § 1, stk. 2 verður aftaná “skúlunum” sett “og studning til rakstur av náttarbussum”.
Orðingin í § 1, stk. 2 og 3 er soljóðandi:
Stk. 2. Eftir
tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum kann landsstýrismaðurin veita kommunum
studning til heilsufremjandi tiltøk í skúlunum.
Stk. 3.
1)
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu studningur
sambært stk. 2 verður játtaður.
Viðmerkingar:
Orsøkin til okkara uppskot er, tí vit hugsa, at mangar ferðsluvanlukkur av ungum, ið koyra heim á skutara ella í bili um næturnar, kundu verðið slopnar undan, um tey ungu høvdu møguleika at koma heim við bussi fyri ein sámiligan prís. Uppskot 20 kr. túrin fyri hvønn.
1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi
Ranvá, Døgg, Sharon, Vanja og Beinta úr 8. b., Argja skúla, hava lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið samtykt 28-2-0. Málið avtgreitt.