42 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2005, 23. februar, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 11 verður aftaná orðið “stakgreinaundirvísing” sett: “og sum sjálvlesandi”.
2) Í § 14, stk. 2 verður aftaná ”kann áseta reglur um” sett: ” felagsbýtisnevnd og”.
3) § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005.
1. Almennar viðmerkingar
Við hesum verður lagt fram uppskot um “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.”
Broyting nr:
Lógaruppskotið er sent studentaskúlunum, HF-skeiðunum umframt Yrkisfelagi Studentaskúla- og HF-lærara til ummælis. Hesir partar taka undir við ætlaðu broytingunum.
|
Fyri landsmyndug-leikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri øki í landinum |
Fyri ávísar bólkar |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
a. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar
Lógaruppskotið hevur ta avleiðing, at setanin av lærarum í fast starv á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kann fáa eina skjótari viðgerð, av tí at avgerðin verður tikin av skúlanum/skeiðnum sjálvum. Fyri Mentamálaráðið merkir hetta minni arbeiðsbyrðu, tó ikki so stóra minking, at starvsfólk verða søgd úr starvi av hesi orsøk. Skúlarnir gera frammanundan tað fyrireikandi arbeiðið við setanarsamrøðum, tilmæli o.ø. so sjálv setanin vil ikki geva stóra eykabyrðu. Umleið 100 umsøkjarar eru um árið til føstu størvini á studentaskúlunum/HF-skeiðunum.
b. Umhvørvisligar og altjóða avleiðingar
Ongar
c. Sosialar avleiðingar
Ongar
§ 1
ad 1
Næmingar kunnu nú innskriva seg til próvtøku uttan at hava fylgt undirvísingini frammanundan. Ein sjálvlesandi fer altíð til próvtøku í fullum pensum.
ad 2
Heimild fyri at seta býtisnevnd, sum formliga tekur sær av býtinum av næmingum millum skúlarnar
ad 3
Í sambandi við lógarbroytingina skulu HF- skeiðini gera eina dygdarmenningarskipan, ið greitt tilskilar, hvussu umsóknarmannagongdin er. Dygdarmenningarskipanin skal vera í samsvari við setanarpolitikk landsins m.a. um setanarnevnd, setanarsamrøður og útskriving av setanarbrævi.
§ 2
Ongar viðmerkingar.
1. viðgerð 3. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 10. mars 2005 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 3. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. mars 2005.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Mentamálaráðið.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 5. príl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 13. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 36 frá 20.04.2005