aftur, heim, fram

 

Formansskapur og nevndir

 

 

 

Formansskapur

Formansskapur Løgtingsins er hitt hægra fyriskipaða stýrið í Løgtinginum og umboðar tingið úteftir. Formaðurin ansar eftir, at arbeiði Løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt. Hann stýrir umrøðum Løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Hevur formaðurin forfall gongur næstformaður fult í hansara stað.

Formansskapurin skal tryggja, at løgtingsumsitingin virkar væl og tíðarhóskandi í allar mátar. Umframt viðger formansskapurin ítøkilig mál, ið sambært tingskipanini skulu leggjast fyri formansskapin, mál av grundregluligum og/ella stórum týdningi og ymisk onnur mál, so sum hægri fyriskipaðar spurningar løgtingsarbeiðinum viðvíkjandi, lønarviðurskifti valbæri og óárin løgtingsmanna, spurningar um burturvísing av tingmálum o.a.

Formansskapurin setir løgtingsskrivstovustjóran, og hevur Súsanna Danielsen røkt hetta starv síðani 1. oktober 1996. Løgtingsskrivstovustjórin er eisini skrivari hjá formansskapinum.

Formanskapurin, sum varð valdur á fyrsta løgtingsfundi eftir valið í 2002, tann 15. mai 2002, Edmund Joensen valdur løgtingsformaður, Hergeir Nielsen, 1. næst-formaður, Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður og Óli Breckmann 3. næstformaður, sat til nýggjur formansskapur varð valdur á fyrsta løgtingsfundi  eftir valið 2004, tann 3. februar 2004. Somu menn vóru valdir í somu raðfylgju.

 

 

Formansskapurin hevur fund eftir tørvi. Í tingárinum 2003 hevði formansskapurin  19 fundir og í tingárinum 2004  17 fundir.

 

Tingnevndir

Føstu nevndir tingsins eru sjey: Fíggjarnevnd, uttanlandsnevnd, rættarnevnd, trivnaðarnevnd, mentanarnevnd, vinnunevnd og landsstýrismálanevnd. Tingnevndirnar hava til uppgávu at viðgera tey mál, sum løgtingsformaðurin beinir nevndini til viðgerðar. Harumframt eru við stýrisskipanarlógini lagdar serligar uppgávur til fíggjarnevndina, uttanlandsnevndina og landsstýrismálanevndina, t.e. ávikavist avgerð um eykajáttan, at ráðgeva landsstýrinum í avgerðum av stórum uttanlandspolitiskum týdningi og at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Sjey tingmenn sita í hvørji tingnevnd, tó bara 3 í landsstýrismálanevndini. Varamenn eru fyri hvønn nevndarlim.

Harumframt varð á tingfundi tann 11. februar 2003 vald ein serlig nevnd til viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um Grundlógarnevnd. Nevndin varð sett við tveimum umboðum fyri teir størru flokkarnar og einum umboði fyri teir minnu.

Umframt tingnevndirnar velur Løgtingið umboð millum tingmenn í Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið, Lokalnevndina viðvíkjandi klagum um atburð løgreglunnar og at hava eftirlit við varðhaldsfangum.

Løgtingið hevur tvey umboð í Norðurlandaráðnum, og at taka sær av útnorðursamstarvinum hevur Løgtingið valt eina útnorðurnevnd við 6 løgtingsmonnum, ið saman við 6 tingmonnum úr íslendska Altinginum og 6 tingmonnum úr grønlendska Landstinginum mynda Útnorðurráðið.

Í Lokalnevndini eru tingmenn í meiriluta við fýra umboðum. Tveir tingmenn eru valdir at hava eftirlit við varðhaldsfangum.

Í grundlógarnevndini er ein limur fyri hvønn flokk á Løgtingi. Hesir skulu vera løgtingsmenn og verða valdir av flokkunum á Løgtingi, men er umboðanin í grundlógarnevndini annars í allar mátar leys av tingstarvinum.

Tingnevndirnar hava ein fastan fundardag um vikuna til viðgerð av málum, ið eru beind nevndini. Í tingárinum 2003 hava nevndirnar tilsamans havt 132 fundir og í 2004  168 fundir.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

aftur, heim, fram