Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Bræv við skjølum frá Starvsmannafelagnum, dagfest 22. oktober 1999
Latið nevndini 27.10.1999


Skjal H

Føroya Løgting
Fíggjarnevndin
Áarvegur
100 Tórshavn
att.: (fíggjarnevndarlimir)

Tórshavn 22.10.1999

 

Viðvíkjandi fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000- lønarútreiðslurnar.

Tá fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum í 1993 gingu við til lønarniðurskurð og soleiðis vístu samfelagsinni at vera við til at bjarga samfelagnum, sum var farið av knóranum av ml.a. vánaligari politiskari handfaring og stýring, vardi tað okkum ikki, at politiska valdið vísti okkum so lítlan sóma og virðing, sum gjørt er upp gjøgnum øll 90ini, og sum nú, í framlagda fíggarlógaruppskotinum beinleiðis leggur upp til sáttmálabrot, við ikki at seta av fullan lønarbata, sum feløgini undirskrivaðu við Fíggjarmálastýrið í vár.

Lønarniðurskurðurin, sum kom í gildi í 1993, skuldi bert varða í knapt ár, men ikki fyrrenn aftaná drúgt verfall í 1995, kom helvtin aftur av "láninum", samstundis sum vit sjálvi noyddust at gjalda milliónaupphæddir í lønum til limir okkara . Og reallønarfallið vaks við risafetum!

Í samráðingunum í 1997 varð avtalað gjørd um hina helvtina av "láninum", soleiðis at 1. januar 1999 var slætt borð viðvíkjandi "láninum" (burtursæð frá karensdøgunum), men reallønarfallið helt áfram og vant meira uppá seg.

Tá farið varð undir samráðingarnar seinasta heyst, høvdu vit fyrireika okkum væl, og gjørdu vit neyvar og umfatandi kanningar av, hvørjar fíggjarligu og lønarligu avleiðingarnar av lønarniðurskurðinum høvdu verið. Nevnast kann at lønarniðurskurðurin beinleiðis hevur kostað okkara limum uml. kr.90mill. og reallønarfallið í 90unum hevur verið uml. 26%.

Við tí postitivu búskaparligu gongd í samfelagnum seinna partin av 90unum, sóu vit tað sum eina sjálvfylgju, at samfelagið nú fór at vísa sín góða vilja og postivt fór undir, at samsýna okkum fyri bakkastið, ið vit høvdu verið fyri í hesum tíggjuára skeiðnum.

Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og lønardeildin, spældi út við einum beinleiðis negativum boðskapi, um at her hava tit onki at gera,- vit sita tungt á kassanum,- bert eitt stórt 0 (null) kunnu vit bjóða tykkum. Og samstundis royndu tey at kroysta eina høvuðsavtalu niðuryvir okkum, men sum sjálvsagt ikki bar til,- tann boðskapin høvdu myndugleikarnir fingið greitt og týðuliga at vita frá flest øllum fakfeløgum í landinum,- bæði á privata og almenna økinum.

Hetta kravið um at trýsta eina høvuðsavtalu niðuryvir fakfeløgini, hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til at tað ikki enn hevur eydnast lønardeildini at fáa sáttmála í lag við øll feløgini, og hevur hetta tískil eisini skapt eina ómetaliga stóra og óneyðuga útreiðslu fyri samfelagið.

Men hetta var tøkkin og boðskapurin, sum starvsfólk í almennu umsitingini fingu frá fremstu politikkarum okkara,- hesi starvsfólk, sum høvdu knugga og knossast undir mangan óstespiligum umstøðum og beinleiðis lønarniðurskurði, fyri samfelagið hóast alt so dánt kundi virka og yvirliva. Og ikki minst við teirra hjálp og stuðuli eydnaðist at venda gongdini.

Men aftur einaferð vórðu vit tveitt út ein drúgvan og dýran arbeiðssteðg, sum eisini hesaferð kostaði felagnum milliónaupphæddir, men sum tó endaði við, at partarnir hóast alt undirskrivaðu semingsuppskot, sum gav okkum uml. 6.5% í lønarábót í einum tvey ára skeiði. Hetta var so dánt, at reallønarfallið steðgaði, men framvegis liggur stóra "eftirsleipið" frá 90unum eftir.

At hendan avtalan eisini átti at binda og havt stóran týdning fyri fíggjarmálaráðaharran, var tann seinasta samráðingarnáttin eitt dømi um,- ikki minni enn tveir landsstýrismenn luttóku sum "bakland" hjá landsstýrismanninum, fyri at "trýsta" ein semju ígjøgnum. Og satt at siga væntaðu vit nú eisini, at tann væntandi positivi andin hjá landsstýrimanninum nú fór at koma til sjóndar, og at teir - sjálvsagt- fóru at halda seg til gjørdar avtalur og sáttmálar. Eitt avlop uppá uml. kr. 500mill. vísir, at her er ikki peningamangul orsøkin!

Men, sum kunnugt vísir framlagda fíggjarlógaruppskotið, at fíggjarmálaráðharrin beinleiðis fremur sáttmálabrot, við ikki at seta fullu lønarupphæddina av, sum semjan í vár ásetti. Tað einasta landsstýrimaðurn veit ella átti at vita, er at lønarvøksturin, sum varð undirskrivaður og avtalaður í semingsuppskotinum, skal uppá lønirnar í 2000. Boðskapurin, ið fíggjarmálastýrið altíð hevur til stovnar, er at ikki ber til at flyta íløgujáttan til lønir, men bert umvent ,- t.v.s. at lønarjáttan kann flytast til íløgurakstur.

Við øðrum orðum, leggur landsstýrismaðurin upp til uppsagnir í seinasta enda, tí eftir uppskotinum eru ikki pengar avsettir, sum nøktar lønarvøksturin, ið avtalaður er. Her skal so eisini leggjast afturat, at flestu starvsfólk hava langa uppsagnartíð, so skal hetta fáa fulla fíggjarliga ávirkan í ár 2000, er talan um at dupulta talið av starvsfólkum er í vanda fyri uppsøgn.

Men ikki so frægur stirðil er í, at man leggur greitt fram, hvat tað er sum skal sparast burtur.Her sær út sum at tilvildin skal ráða ! Hetta kann ongantíð verða skynsamur fíggjarpolitikkur!

Og samstundis verður appelerað til hesi somu starvsfólk, um at vísa vilja og áræði til at menna føroysku umsitingina ! Máti skal vera við hvat tú kannst bjóða fólki !

Her er talan um so grovt sáttmálabrot, at tað eigur, um nøkur verulig rættartrygd skal finnast her á landi, at fáa álvarsligar avleiðingar fyri landsstýrismannin.

At landsstýrismaðurin fremur grovt sáttmálabrot er ávíst omanfyri, men løgtingið, sum ovasta politiska vald, kann ikki góðtaka at sáttmálabrot verða legaliseraði, og er tað tí eitt krav frá okkum, at løgtingið setur av fullu lønarhækkingarnar á fíggjarlógini. Eitt so álvarsligt sáttmálabrot kann ikki fara aftur við borðinum. Ger tað tað, fær hetta ógvusligar avleiðingar fyri samfelagið,- tað eiga allir partar at leggja sær í geyma !

Starvsmannafelagið hevur fingið serkøn fólk, at útgreina avleiðingarnar av, at fullt endurgjald av lønarhækkingini, sambært sáttmálan í vár, ikki verður sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Hendan útrokning og niðurstøða er viðløgd.

Vit fara at endurtaka, at vit fara at krevja at fíggjarnevndin og síðani løgtingið taka avleiðingarnar av teimum sáttmálum, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við almennu fakfeløgini. Ongin kann liva við, at landsins lóggávuvald fer at legalisera eitt sáttmálabrot hjá einum landsstýrismanni .

Vinarliga
f.v.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður

 

Starvsmannafelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Fo-100 Tórshavn
Hjálagt er framrokningar av lønarkarmum hjá 66 stovnum, ið eru á uppskoti til løgtingsinsfíggjarlóg
fyri árið 2000, ið varð løgd fyri løgtingið 30. september 1999.
Framrokningarnar av hesum 66 stovnum viðvíkja uml. 3.822 lønarstørvum.
Endamál við framrokningunum:
Ætlanin við framrokningunum av lønarkarminum hjá aftanfyri nevndu stovnum, er at ávísa at
játtanin á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000, ikki er nøktandi um nýggi lønarsáttmálin, ið kom í gildi í
verandi fíggjarári, skal kunna haldast.
Grundalag:
Grundarlagið undir framrokningunum er játtaður lønarkarmur á løgtings fíggjarlóg fyri 1999. Eftir
almennari útsøgn frá fíggjarmálastýrinum er ikki ætlanin at fólk skulu sigast úr starvi í ár 2000 fyri at
játtanin til lønir skal kunna haldast. Tó eru ymsar umflokkingar og náttúrlig frágongd í ymsum størvum,
soleiðis at starvsfólkatalið 1999, fyri teir stovnar framrokningin umfatar, broytist frá 3.893 til 3.822 í ár
2000.
Fyri at taka hædd fyri hesi broyting í starvsfólkatalinum, er játtanin 1999 umroknað til starvsfólkatalið
2000 og síðani nýtt til samanberingargrundarlag.
Síðani er umroknaði lønarkarmurin fyri 1999 hækkaður við 6,5% samsvarandi nýggja lønarsáttmálanum.
Hesin er síðan samanborin við játtanina á fíggjarlógini fyri ár 2000 og frávikini roknað.
Henda framrokningin vísur at netto eru játtaðar kr.10.583.785 ov lítið svarandi til uml. 39 lønarstørv.
Einstakir stovnar hava fingið játtað meira pening til lønir enn ein 6,5% hækkað framrokning vísur. Í alt
kr. 10.704.474,-. Verður hesar meir játtanir frároknaðar í nettouppgerðini eru kr. 21.288.258 ov lítið
játtað til lønir fyri eftirverandi stovnar. Hetta svarar til uml. 77 heiltíðarstørv ella 2,3% av starvsfólkatalin-
um.
Óvissur:
Tá grundalagið undir framroknigini er játtanin til lønir á fíggjarlógini fyri 1999 og ikki veruligu lønarkost-
naðurin hetta árið, má metast at framrokningin er tengd við eini ávísari óvissu. Óvissan er einamest um,
hvussu játtanir 1999 til lønir samsvara teim veruligu tølunum. Heldur ikki sæst á játtani fyri 1999, um ein
partur av lønarhækkingini er íroknaður hetta árið.

 

Roknaður lønarkarmur við starfólkatali 2000 og lønarkarmi 1999

Fíggjarætlan 2000

Framrokningar

Nr.

Stovnur

> 36 l.fl. 2000

fólk 2000

meðalløn 1999

Fram- roknaður lønarkarmur

lønarkarmur 2000

Broyting í kr

Broyting í %

lønarkarmur 2000

framroknaður lønarkarmur við 6,5% lønarhækkan

- = ovlíðið + = meir játtað 2000

1.10.2.01

Grannskoðan

1

8,75

307.692

3.000.000

3.100.000

100.000

3,33%

3.100.000

3.195.000

-95.000

10.14.2.01

Landsfólkayvirlitið

0

2,25

266.667

600.000

400.000

-200.000

-33,33%

400.000

639.000

-239.000

02.11.1.02

Løgmansskrivstovan

5

25,30

310.954

9.421.908

8.950.000

-471.908

-5,01%

8.950.000

10.034.332

-1.084.332

2.13.1.01

Viðskiftastovur

0

4,80

312.500

1.500.000

1.500.000

0

0,00%

1.500.000

1.597.500

-97.500

03.11.1.03

Fíggjarmálastýrið

2

16,00

327.778

5.900.000

6.400.000

500.000

8,47%

6.400.000

6.283.500

116.500

03.15.1.04

Toll- & Skattstovan

5

143,00

252.027

37.300.000

38.400.000

1.100.000

2,95%

38.400.000

39.724.500

-1.324.500

3.15.1.07

Gjaldstovan

1

28,50

238.768

7.043.669

8.020.000

976.331

13,86%

8.020.000

7.501.508

518.492

3.15.1.14

Føroya Kærustovnur

1

2,75

400.000

1.500.000

1.600.000

100.000

6,67%

1.600.000

1.597.500

2.500

3.15.2.01

Hagstovan

1

13,00

278.571

3.900.000

4.200.000

300.000

7,69%

4.200.000

4.153.500

46.500

5.11.1.05

Fiskimálastýrið

2

16,80

320.000

6.016.000

5.600.000

-416.000

-6,91%

5.600.000

6.407.040

-807.040

5.34.1.10

Lønjavningarstovan

1

7,00

233.333

1.866.667

2.000.000

133.333

7,14%

2.000.000

1.988.000

12.000

5.34.2.01

Fiskivinnueftirlitið

1

60,00

286.207

17.458.621

17.700.000

241.379

1,38%

17.700.000

18.593.431

-893.431

5.34.3.01

Fiskiransóknarstovnan

1

23,00

237.500

5.700.000

6.400.000

700.000

12,28%

6.400.000

6.070.500

329.500

5.34.3.04

Magnus Heinason

0

16,00

320.000

5.120.000

5.200.000

80.000

1,56%

5.200.000

5.452.800

-252.800

5.35.1.01

Skráseting Føroya

1

8,00

300.000

2.700.000

2.700.000

0

0,00%

2.700.000

2.875.500

-175.500

6.11.1.06

Vinnumálastýrið

4

10,00

323.077

4.523.077

4.800.000

276.923

6,12%

4.800.000

4.817.077

-17.077

6.33.2.04

Skórøkt Landsins

1

6,00

200.000

1.400.000

1.500.000

100.000

7,14%

1.500.000

1.491.000

9.000

6.37.1.01

Menningstovan

1

4,50

377.778

2.077.778

1.800.000

-277.778

-13,37%

1.800.000

2.212.833

-412.833

6.37.1.17

Kappingarráðið

0

2,00

250.000

500.000

600.000

100.000

20,00%

600.000

532.500

67.500

6.37.3.01

Rúsdrekkasølan

1

30,40

207.006

6.500.000

6.500.000

0

0,00%

6.500.000

6.922.500

-422.500

6.37.4.01

Matrikulstovan

1

16,50

258.824

4.529.412

4.800.000

270.588

5,97%

4.800.000

4.823.824

-23.824

6.37.5.04

Heilsufrøðiliga Starvst.

2

17,80

292.929

5.800.000

6.200.000

400.000

6,90%

6.200.000

6.177.000

23.000

6.38.1.00

LV

7

150,00

220.122

34.559.146

36.900.000

2.340.854

6,77%

36.900.000

36.805.491

94.509

6.38.2.01

Strandferðslan

1

178,00

248.315

44.448.315

50.700.000

6.251.685

14,07%

50.700.000

47.337.455

3.362.545

6.38.3.01

Postverk Føroya

1

236,00

252.008

59.725.813

63.600.000

3.874.187

6,49%

63.600.000

63.607.990

-7.990

6.38.3.17

Fjarskiftiseftirlitið

1

4,80

342.857

1.988.571

2.000.000

11.429

0,57%

2.000.000

2.117.829

-117.829

6.38.4.01

Bileftirlit Føroya

1

16,00

241.176

4.100.000

4.300.000

200.000

4,88%

4.300.000

4.366.500

-66.500

6.38.5.01

Ferðaráð Føroya

1

12,50

200.000

2.700.000

2.800.000

100.000

3,70%

2.800.000

2.875.500

-75.500

6.39.1.07

Arbeiðseftirlitið

1

9,50

245.455

2.577.273

3.000.000

422.727

16,40%

3.000.000

2.744.795

255.205

7.11.1.09

21 Yrkisútbúgv. Stov.

5

27,20

301.766

9.716.854

10.000.000

283.146

2,91%

10.000.000

10.348.449

-348.449

7.23.1.04

Stuðulsstovnurin

0

6,00

188.679

1.132.075

1.500.000

367.925

32,50%

1.500.000

1.205.660

294.340

7.23.1.10

Landsmiðstøðin undvt.

0

5,22

268.199

1.400.000

1.400.000

0

0,00%

1.400.000

1.491.000

-91.000

7.23.1.16

Skúlabókagrunnurin

0

6,26

383.387

2.400.000

2.400.000

0

0,00%

2.400.000

2.556.000

-156.000

7.23.2.01

Fólkaskúlin

0

651,00

228.528

148.771.775

152.000.000

3.228.225

2,17%

152.000.000

158.441.941

-6.441.941

7.23.2.02

Sernámsfr. Fólkaskúl.

0

52,00

244.231

12.700.000

12.800.000

100.000

0,79%

12.800.000

13.525.500

-725.500

7.23.3.01

Studentaskúlar + HF

1

69,70

308.345

21.800.000

23.000.000

1.200.000

5,50%

23.000.000

23.217.000

-217.000

7.23.3.01

23 Stud. Í Suðuroy

0

16,00

312.500

5.000.000

5.200.000

200.000

4,00%

5.200.000

5.325.000

-125.000

7.23.3.01

20 Eysturoyar Studsk.

1

36,00

318.919

11.800.000

11.700.000

-100.000

-0,85%

11.700.000

12.567.000

-867.000

7.23.3.01

22 Klaksvíkar HF sk.

1

8,20

231.579

2.130.526

3.200.000

1.069.474

50,20%

3.200.000

2.269.011

930.989

7.23.3.04

20 Føroya Handilskúli

2

52,90

286.667

15.738.000

18.000.000

2.262.000

14,37%

18.000.000

16.760.970

1.239.030

7.23.3.04

23 Fiskivinnuskúlin

1

7,30

273.810

2.272.619

2.400.000

127.381

5,61%

2.400.000

2.420.339

-20.339

7.23.3.04

21 Tekniski Skúli Tórsh.

1

43,00

265.854

11.697.561

12.000.000

302.439

2,59%

12.000.000

12.457.902

-457.902

7.23.3.09

22 Tekniski Skúli Klaks.

1

27,00

226.667

6.346.667

7.000.000

653.333

10,29%

7.000.000

6.759.200

240.800

7.23.5.10

Musikkskúlar

0

27,75

263.063

7.300.000

7.700.000

400.000

5,48%

7.700.000

7.774.500

-74.500

7.23.6.01

Føroya Sjómansskúli

1

23,70

282.609

6.980.435

6.600.000

-380.435

-5,45%

6.600.000

7.434.163

-834.163

7.23.6.04

Klaksvík. Sjómansskúli

1

4,50

257.143

1.414.286

1.900.000

485.714

34,34%

1.900.000

1.506.214

393.786

7.23.6.07

Maskinmeistaraskúlin

1

14,90

233.333

3.710.000

5.400.000

1.690.000

45,55%

5.400.000

3.951.150

1.448.850

7.23.6.13

Læraraskúlin

1

33,30

320.700

11.000.000

11.100.000

100.000

0,91%

11.100.000

11.715.000

-615.000

7.23.6.16

Fróðskaparsetur Fø.

3,4

26,90

336.634

10.200.000

10.700.000

500.000

4,90%

10.700.000

10.863.000

-163.000

7.24.1.07

Málnevndin

0

1,00

200.000

200.000

200.000

0

0,00%

200.000

213.000

-13.000

7.24.3.01

Bókasøvn

0

16,30

220.859

3.600.000

3.600.000

0

0,00%

3.600.000

3.834.000

-234.000

7.24.3.07

Føroya Skjalasavn

1

5,00

300.000

1.800.000

1.800.000

0

0,00%

1.800.000

1.917.000

-117.000

7.24.3.10

Føroya Forminnissavn

1

14,00

280.000

4.200.000

4.200.000

0

0,00%

4.200.000

4.473.000

-273.000

7.24.3.22

Listasøvn

0

4,00

175.000

700.000

800.000

100.000

14,29%

800.000

745.500

54.500

9.32.1.01

Oljumálastýrið

2

14,50

303.030

5.000.000

6.000.000

1.000.000

20,00%

6.000.000

5.325.000

675.000

8.11.10.8

Almanna & Heilsustýrið

4

36,80

309.489

12.627.153

12.400.000

-227.153

-1,80%

12.400.000

13.447.918

-1.047.918

8.20.3.04

Landssjúkrahúsið

34,4

647,90

267.423

182.462.884

193.900.000

11.437.116

6,27%

193.900.000

194.322.971

-422.971

8.20.3.10

Klaksvíkar Sjúkrahús

2

126,70

285.714

36.771.429

39.700.000

2.928.571

7,96%

39.700.000

39.161.571

538.429

8.20.3.15

Suðuroyar Sjúkrahús

2

104,50

275.576

29.348.848

31.200.000

1.851.152

6,31%

31.200.000

31.256.523

-56.523

8.21.1.07

Hjálpitólamiðstøðin

0

8,00

240.000

1.920.000

2.100.000

180.000

9,38%

2.100.000

2.044.800

55.200

8.21.3.07

Føroya Barnaheim

0

17,50

288.372

5.046.512

5.200.000

153.488

3,04%

5.200.000

5.374.535

-174.535

8.21.6.04

21 Vistarheim

0

14,00

271.429

3.800.000

4.000.000

200.000

5,26%

4.000.000

4.047.000

-47.000

8.21.6.04

23 Eldrarøkt í Sandoy

0

26,00

265.385

6.900.000

7.400.000

500.000

7,25%

7.400.000

7.348.500

51.500

8.21.6.04

20 Røktarheim

0

172,00

267.857

46.071.429

48.400.000

2.328.571

5,05%

48.400.000

49.066.071

-666.071

8.21.6.04

26 Heilsusystrar

0

20,00

275.000

5.500.000

5.500.000

0

0,00%

5.500.000

5.857.500

-357.500

8.21.6.04

25 Heimarøktin

1

273,00

228.519

62.614.074

66.000.000

3.385.926

5,41%

66.000.000

66.683.989

-683.989

112,8

3.709,18

258.120

986.529.375

1.040.070.000

53.540.625

1.040.070.000

1.050.653.785

-10.583.785

Starvsfólk:
> 36 l.fl.

112,80

Onnur fólk

3.709,18

3.821,98

Umroknað meðal lønir 1999

258.120

Meðal lønir 2000

272.129

Meðal lønir við 6,5%

274.898

kr.

starvsfólk

starvsfólk í %

Ovlítið játtaður netto

-10.583.785

-39

-1,01%

Ovlítið játtaður brutto

-21.288.259

-77

-2,03%