Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 |
74. fundur |
Fríggjadagur 9. apríl 1999 |
kl. 10.00 |
Ár 1999, fríggjadagin 9. apríl, kl. 10.00 varð tingfundur settur.
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-42/1998
frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi norskum svartalista, viðferð av
føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli 117/1998: Uppskot
til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 28-0-0. Uppskotið
soleiðis broytt samtykt 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3.
viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 93/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón.
§§ 1 og 2 samtyktar 19-8-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3.
viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 106/1998:
Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).
Broytingaruppskot frá mentanarnevndini tikið aftur. Uppskotið samtykt 30-0-0. At
málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan
atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 107/1998: Uppskot
til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).
Uppskotið samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 80/1998:
Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við
barnsburð.
Fundur niðurlagdur kl. 12.05
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Uppskotið afturtikið av uppskotsstillarunum. Uppá fyrispurning løgtingsformansins
tók eingin uppskotið uppaftur.
- 2. viðgerð av tingmáli 84/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1, 2 og 3 samtykt
14-4-11. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-2-2. At málið soleiðis samtykt kann
fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 90/1998:
Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
Uppskotið samtykt 28-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 1-7/1998:
Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999.
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 5, 5.34.2.01 samtykt 30-0-0. § 5,
5.34.2.02 samtykt 15-1-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-2-13. At málið
soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 86/1998:
Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
§§ 1 og 2 fullu 13-0-14. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli 108/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis
broytt samtykt 26-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð
samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli 1-8/1998:
Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999-2.
Uppskotið afturtikið av uppskotsstillaranum. Uppá fyrispurning løgtingsformansins
tók eingin uppskotið uppaftur.
- 2. viðgerð av tingmáli 83/1998: Uppskot
til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning.
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini til § 2 fall 12-2-13. §§ 1, 2
og 3 fullu 12-1-14. Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli 78/1998:
Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi.
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana til § 1 fall 13-1-13. Broytingaruppskot frá
samdari vinnunevnd til §§ 11, 14, 18, 19, 20, 21, 22, 23, 25, 26, 31 og 33 samtykt
26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-2-0. At málið soleiðis samtykt kann fara
yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli 16-6/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97, 2.
viðgerð av tingmáli 94/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á
motorakførum v.m., 2. viðgerð av tingmáli 105/1998: Uppskot
til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar) og 2.
viðgerð av tingmáli
82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at
seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir.
Farloyvi:
Skriv frá Jenis av Rana, dagfest 9. apríl 1999, um farloyvi frá 10. apríl 1999 til
19. apríl 1999, báðir dagar íroknaðir, og at næsti maður á lista Miðfloksins í
Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at
Álvur Kirke, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jenis av Rana.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. apríl 1999 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- 2. viðgerð av tingmáli 16-6/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97
- 2. viðgerð av tingmáli 16-13/1998
Grannskoðan av almennum roknskapum Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og
Bjálvingarstuðulsgrunnurin 1993-97
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at
seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir
- 2. viðgerð av tingmáli 94/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á
motorakførum v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli 105/1998: Uppskot
til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om
ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning"
- 3. viðgerð av tingmáli 79/1998:
Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi
(Kolvetnisskattalógin)
- 3. viðgerð av tingmáli
89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
rentuútreiðslur av lánum
- 3. viðgerð av tingmáli
113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli 95/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
- 3. viðgerð av tingmáli 75/1998:
Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan
- 3. viðgerð av tingmáli 112/1998:
Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli 117/1998: Uppskot
til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing
- 3. viðgerð av tingmáli 93/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón
- 3. viðgerð av tingmáli 106/1998: Uppskot
til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)
- 3. viðgerð av tingmáli 107/1998:
Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
- 3. viðgerð av tingmáli 84/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum
- 3. viðgerð av tingmáli 90/1998:
Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar
- 3. viðgerð av tingmál
1-7/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999
- 3. viðgerð av tingmáli 108/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
- 3. viðgerð av tingmáli 78/1998: Uppskot
til løgtingslóg um djóralæknavirksemi
- Framløga
Fundur lokin kl. 17.50
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari