105 Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð
Ár 1999, 5. mars, legði Høgni
Hoydal, landsstýrismaður, vegna Signar á Brúnni, landsstýrismann, vegna landsstýrið
fram soljóðandi
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin skal verða støði undir framhaldandi yrkisútbúgving, undir
víðari tøkniligari útbúgving og undir hægri tøkniligari próvtøku. Útbúgvingin
kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi.
Stk. 2. Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgvingin eitt ár, og verður
hon skipað samsvarandi teimum krøvum, sum ásett eru í løgtingslóg um
yrkisútbúgvingar.
Stk. 3. Sum støði undir víðari tøkniligari útbúgving varir útbúgvingin
tvey ár, og verður hon skipað samsvarandi teimum krøvum, sum eru ásett til tær
viðkomandi útbúgvingarnar.
Stk. 4. Sum støði undir hægri tøkniligari próvtøku verður útbúgvingin
skipað sum eitt støðisár og samskipað við undirvísingina til hægri tøkniliga
próvtøku.
§ 3. Útbúgvingin skal sum ein samanhangandi heild eisini miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyriskipanarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar. Við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.
§ 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri næmingar, sum hava
lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd útbúgving eftir hesi
lóg.
Stk. 2. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum.
Stk. 3. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.
§ 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum,
sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um útbúgvingina.
Kapittul 2
Upptøka
§ 6. Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella sum hevur
í minsta lagi samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp í
útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjarin er førur fyri at fylgja
undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær undirvísingarbreytir, sum skúlin
hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til.
Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar
lærugreinir ella ávísa eykaundirvísing.
Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum
verður tikin upp eftir § 4.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møguligan mun, at skikkaðir
næmingar sbr. stk. 1 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku
í 1. støðisári og 2. støðisári ella partar av útbúgvingini.
§ 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir inn á, treytað
av at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti
av næmingum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja skúla at seta
útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst
tal av næmingum.
Kapittul 3
§ 8.
Støðisútbúgvingin innan tøkni fevnir um yrkislærugreinir, grundlærugreinir og vallærugreinir.§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum,
sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, reglur um, hvørjar yrkislærugreinir og
grundlærugreinir, sbr. § 8, stk. 3 og 4, skulu verða tengdar at tí ávísu
útbúgvingargreinini ella ávísa útbúgvingarbólkinum.
Stk. 2. Skúlin ger av, hvørjar vallærugreinir verða bodnar út.
§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnisundirvísing, víkja frá tímabýttu
lærugreinaundirvísingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskjum næmingsins í huga og
lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.
Stk. 2. Serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul kann verða givin
næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing
eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini
á skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um
sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetir.
§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir gjølligari reglur um innihaldið í yrkislærugreinum, grundlærugreinum og vallærugreinum, um tímatalið og á hvørjum stigi, tær kunna takast, sbr. §§ 8 og 9.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan tøkni endar við próvtøku.
§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um próvtøku, herímillum royndir og metingar í einum skúlaári, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvdøming, próvtøl og ummæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í próvnum.
Kapittul 5
Fígging
§ 15. Landskassin rindar rakstrarútreiðslurnar av góðkendari undirvísing.
Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi,
eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um ásetingarnar í stk. 1 og 2.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjøld fyri stakgreinalestur,
sjálvlesandi og fjarlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað
undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at taka gjald fyri ljóstøk, ið
verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 6
Lærarar
§ 17. Lærararnir skulu hava dagførdan fakligan og námsfrøðiligan førleika,
sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum og teimum stigum, teir verða
settir til.
Stk. 2. Lærarar, sum undirvísa í lærugreinum á gymnasialum stigi, skulu hava
eina hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Stk. 3. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið
námsfrøðiliga próvtøku eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í
viðkomandi lærugrein.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um
útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr.
stk. 3.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum
í hesi grein.
Kapittul 7
Næmingaskyldur
§ 18. Næmingarnir hava møtiskyldu, skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar
uppgávur og skyldu at ganga eftir innanhýsisreglum og lestrarreglum skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í stk. 1 nevndu
viðurskifti.
Kapittul 8
Kærur
§ 19. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi
lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki skerja møguleikar næminganna at
nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og
møguleikar teirra á annan hátt.
§ 22. Skúli skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongdini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 47 frá 28.
apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá
29. desember 1998 um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni, úr
gildi.
Stk. 3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 við seinni
broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir støðisútbúgving innan
tøkni áðrenn 1. august 1999.
Almennar viðmerkingar
Viðmerkjast skal, at Føroya løgting samtykti broyting í lógini um SIT í desember 1998. Broytingin var partur av tí semju, sum nevndin, ið tilevnaði uppskot til løgtingslóg nr. 94 um yrkisútbúgvingar frá 29. desember 1998, gjørdi, nevnliga, at viðkomandi arbeiðsmarknaðarpartar skuldu hava størri ávirkan á støðisútbúgvingina. Aðrar tillagingar ella dagføringar vóru ikki gjørdar í tí uppskotinum.
Landsstýrismaðurin hevur valt at tilevna nýtt lógaruppskot, av tí at verandi lóg ikki er nøktandi við atliti at reglum um t.d. fígging, læraraførleika, bygnaði og fyrisitingarviðurskiftum. Eisini er endamálsorðing, atgongdarreglur, undirvísingarinnihald og próvtøkuviðurskifti dagførd í fyriliggjandi uppskoti, umframt at greiðari ásetingar eru gjørdar viðvíkjandi fyrra og seinna støðisárinum.
Uppskotið er sostatt í høvuðsheitum ein dagføring av verandi løgtingslóg, har serligur dentur er lagdur á, at støðisútbúgvingin lýkur tey krøv, sum sett verða til starv í vinnuni ella til framhaldandi læru ella útbúgving, bæði tá talan er um framhaldandi yrkisútbúgvingar ella aðrar tøkniligar útbúgvingar. Eisini er dentur lagdur á, at tað skal bera til at samlesa og at samskipa undirvísingina uttan mun til, hvørjar framhaldandi útbúgvingar næmingarnir fara undir.
Uppskotið er gjørt eftir sama leisti sum lógin um støðisútbúgvingina innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS) frá desember 1998.
Fíggjarligar avleiðingar: Mett verður ikki, at lógaruppskotið fer at hava meirútreiðslur fyri landskassan. Talan er ikki um størri tímatal enn í verandi skipan ella longri útbúgving. Viðmerkjast skal tó, at skipanin gevur næmingunum størri møguleikar fyri at velja vallærugreinir og lærugreinastig. Samstundis verður møguleiki fyri at fremja samlestur o.a., ið væntast at viga upp í móti øktu valmøguleikunum.
Av tí at nevndin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur havt breiða samanseting av umboðum frá vinnuni, yrkisfeløgum, skúlum og viðkomandi stovnum, er uppskotið ikki sent pørtunum til hoyringar.
Serligar viðmerkingar
Ad. § 1.
Heimildin at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni (SIT) er sbr. § 2 í rammulóg
nr. 54 frá 14. februar 1979. Støðisútbúgvingin er støðið undir
yrkisútbúgvingunum og undir víðari tøkniútbúgving. Harumframt er útbúgvingin
eisini 1. árið í útbúgvingini til hægri tøkniliga próvtøku. Hetta merkir, at 1.
árið av HT framvegis er undir SIT-skipanini.
Ad. § 2, stk. 1.
Sjálvstøðuga prógvið kann verða tikið bæði eftir stk. 2 og 3, og tað kann verða
brúkt sum støði undir m.ø. framhaldandi tøkniligum útbúgvingum.
Ad. § 2, stk. 2. Næmingar, sum koma í læru, og sum annaðhvørt hava lokið fyrsta árið í støðisútbúgvingini, sbr. stk. 2, ella annað árið sbr. stk. 3, áðrenn lærutíðin byrjar, kunnu fáa skúlatíðina í støðisútbúgvingini góðkenda og lærutíðina stytta samsvarandi samtykt av viðkomandu yrkisnevnd.
Ad. § 2, stk. 3.
2 ára útbúgvingin (vanliga nevnd atstøðisútbúgving innan tøkni stytt AT)
gevur atgongd til víðari tøkniligar útbúgvingar, so sum teknikara- og
maskinmeistaraútbúgving. Í flestu førum skulu hesir næmingar í starvsvenjing,
annaðhvørt áðrenn ella samstundis, sum tann víðari útbúgvingin fer fram.
Ad. § 2, stk. 4.
Støðisárið til HT gevur eisini atgongd til 2. árið á SIT. Samlisið kann verða í
lærugreinum á sama stigi.
Ad. § 3.
Ásetingin gevur eina neyvari ímynd av, hvat ið undirvísingin í øllum lærugreinum
miðar ímóti, enn vanligt er í styttri endamálsorðingum.
Ad. § 4, stk. 2.
Stakar lærugreinir skulu kunna nýtast sum ein møguleiki hjá fólki, sum ikki fara
undir eina fulla útbúgving. Treytin fyri stakgreinaundirvísing er, at tað annaðhvørt
er grundarlag fyri at stovna flokk/flokkar, ella at næmingur kann koma inn í verandi
flokk, um rúmd er.
Ad. § 4, stk. 3.
Við teimum framkomnu samskiftisamboðunum, vit hava í dag, er tíðin búgvin at hava
ásetingar um fjarlestur við í lógini.
Ad. § 5, stk. 1. Góðkenningin hevur heimild í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.
Ad. § 5, stk. 2.
Eins og við FHS skal yrkisútbúgvingarráðið geva ummæli, tá ið talan er um reglur
um útbúgvingina, ið verða ásettar av landsstýrismanninum. Yrkisútbúgvingarráðið
er í allar mátar ráðgevandi mótvegis landsstýrismanninum, tá tað snýr seg um SIT.
Ad. § 6, stk. 1.
At næmingur skal hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, er í samsvari við
nýggju fólkaskúlalógina. Undantøk kunnu tó gerast eftir hesi grein.
Ad. § 6, stk. 2.
Tað eru fleiri høvuðsbreytir at velja ímillum - sbr. § 2, stk. 1. Møguleiki kann
vera fyri samlestri, og fyri at næmingur skal kunna broyta lestrarleið ávegis.
Ad. § 6, stk. 4.
Ásetingin er neyðug fyri at tryggja, at tað ikki er ov stórur munur á
næmingaførleikunum, tá ið útbúgvingin byrjar.
Ad. § 6, stk. 5-6 og § 7, stk. 1-2.
Greinirnar áleggja landsstýrismanninum í størst møguligan mun at tryggja skikkaðum
næmingum pláss. Hetta er tó treytað av, at tær fíggjarligu fortreytirnar eru til
staðar.
Ad. § 7, stk. 3.
Um skúli ikki hevur allar útbúgvingarnar eftir §§ 2 og 4, skal landsstýrismaðurin,
um hann heldur, tað er neyðugt, kunna áleggja skúlanum at seta eina útbúgving á
stovn.
Ad. § 8.
Býtið millum lærugreinir er í høvuðsheitum í samsvari við verandi krøv. Áseting
landsstýrismansins kann t.d. brúkast, tá ið nýggjar vinnur taka seg upp, ella nýggj
útbúgving verður sett á stovn.
Ad. § 9.
Hvørjar yrkis- og grundlærugreinir verða tengdar at tí ávísu útbúgvingargreinini
ella útbúgvingarbólkinum, ger landsstýrismaðurin av eftir ummæli frá
yrkisútbúgvingarráðnum fyri m.a. at tryggja, at endamálskrøvini og krøvini, sum
yrkini og vinnan seta, verða nøktað.
Ad. § 10.
Lærugreinir kunnu t.d. verða lagdar saman, og tímar í viðkomandi lærugreinum
samskipaðir.
Ad. § 11.
Ásetingarnar eru vanligar og tær somu sum í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998
um yrkisútbúgvingar.
Ad. § 12.
Greinin ásetir, at landsstýrismaðurin ásetir reglurnar um lærugreinainnihaldið.
Yrkisútbúgvingarráðið fær hesar reglur til ummælis.
Ad. § 13.
Undirvísingin endar við próvtøku bæði í fyrsta støðisárinum og í seinna
støðisárinum.
Ad. § 14.
Næmingar kunna gera seg lidnar við nakrar lærugreinir eftir einum ári, hóast teir
taka støðisútbúgvingina eftir tveimum árum. Próvskjalið eigur í neyðturviligan
mun at greina ta undirvísing, sum næmingur hevur luttikið í.
Ad. § 15, stk. 2.
Ásetingin skal síggjast saman við § 17.
Ad. § 16.
Greinin er í samsvari við ásetingar í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um
yrkisskúlar, har landsstýrismanninum er heimilað at áseta stødd á og mannagongd fyri
luttakaragjald fyri undirvísing og øðrum virksemi.
Ad. § 17, stk. 2.
Av tí at lógin leggur upp til, at undirvísingin so nógv sum gjørligt skal vera ein
heild, og at støðisútbúgvingin er ein vinnurættað útbúgving, eru
útbúgvingarkrøvini til undirvísingarførleika lýst í breiðari týdningi. Lærarar,
sum undirvísa á grundstigi, hava lutvíst meira av praktiskum royndum enn av akademiskum
kunnleika, meðan tað øvugta er galdandi fyri lærarar, sum undirvísa á gymnasialum
stigi. Tí er akademiskur førleiki mest neyðugur, tá ið talan er um gymnasial stig.
Frávik kunna verða grundgivin við, at tørvir næminganna og skúlans verða betur
nøktaðir, ella at annar útvegur ikki er.
Ad. § 18.
Hesar reglur eru í samsvari við tey almennu krøvini í øllum miðnámsútbúgvingunum.
Ad. § 19.
Í kunngerð verður ásett, hvørji viðurskifti kærast kann um til landsstýrismannin
og um kærumannagongdina.
Ad. § 20.
Hetta kemst av, at skúlastjórin hevur ábyrgdina mótvegis landsstýrismanninum av
námsfrøðiligum viðurskiftum í SIT-útbúgvingini.
Ad. § 21.
Frávik skulu lýsast greitt, bæði viðvíkjandi innihaldi og tíðarkarmi fyri royndar-
og menningarvirkseminum.
Ad. § 22.
Av tí at undirvísingin í stóran mun er á verkstøðum á skúlanum, í starvsvenjing,
á vitjanum á virkjum, námsferðum o.a., er neyðugt at hava næmingarnar tryggjaðar.
Ad. § 23.
Lógin verður sett í gildi 1. august 1999. Tá fær løgtingslóg nr. 94 frá 29.
desember 1998 um yrkisútbúgvingar gildi (við undantaki av kap. 5, sum hevur gildi frá
1. januar 1999) eins og løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar, sum
eisini hevur gildi frá 1. januar 1999.
1. viðgerð 12. mars 1999. Málið beint í mentanarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 12. mars 1999 er tað beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25., 29. og 31. mars 1999, og hevur undir viðgerðini havt fund við Signar á Brúnni, landsstýrismann, aðalstjóran í undirvísingarmálum, umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og hevur eisini móttikið skriv frá teim somu.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins, men heldur, at tað av uppskotinum eigur at framganga heilt greitt, at yrkisnevndirnar hava tær somu heimildirnar sum teimum vóru givnar við broytingini til SIT lógina við løgtingslóg nr. 92 frá 29.12.1998. Nevndin heldur tað tí vera rættast at halda seg til orðingina av § 9 og § 12, sum nevndin, sum gjørdi álit um tøkniútbúgvingar í februar 1999, mælti til.
Nevndin setur tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
1) § 9 verður orðað soleiðis:
"§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvørjar yrkislærugreinir og
grundlærugreinir sbrt. § 8, stk. 3 og 4 skulu verða tengdar at tí ávísu
útbúgvingargreinini ella ávísa útbúgvingarbólkinum.
Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið skal tilmæla tær í stk. 1 nevndu reglur eftir
samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd.
Stk. 3. Skúlin ger av, hvørjar vallærugreinir verða bodnar út."
2) § 12 verður orðað soleiðis:
"§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir gjølligari reglur um innihaldið í
yrkislærugreinum, grundlærugreinum og vallærugreinum, um tímatalið og á hvørjum
stigi, tær kunna takast, sbr. §§ 8 og 9.
Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið skal tilmæla tær í stk. 1 nevndu reglur eftir
samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd."
2. viðgerð 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 9 og 12 samtykt 28-2-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Á tingfundi 19. apríl 1999 løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Álvur Kirke, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen fram soljóðandi
B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð
Stk. 2. Skúlin ger av, hvørjar vællærugreinar verða bodnar út."
3. viðgerð 19. apríl 1999. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Álvi Kirke, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen til §§ 9 og 12 samtykt 24-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.
J.nr. 690-14/99
L.l. nr. 41/1999 frá 23.04.1999