Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
63. fundur |
Hósdagur 11. mars 1999 |
kl. 10.00 |
Ár 1999, hósdagin 11. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, landsstýrismenninir Finnbogi Arge og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Málið beint í rættarnevndina.
Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0.
Málið avgreitt.
Fundur niðurlagdur kl. 12.05
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Málið beint í fíggjarnevndina.
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing, 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving), 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving) og 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. mars 1999 kl. 10.00 við hesi
dagsskrá:
Málini nr. 105, nr. 106 og nr. 107 verða viðgjørd undir einum.
Málini nr. 108 og nr. 109 verða viðgjørd undir einum.
Fundur lokin kl. 17.20
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari