Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

59. fundur

 

Ár 2007, mikudagin 21. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju forsorgarlógini

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        Munnligir fyrispurningar
 

Formaðurin las skriv frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, dagfest 21. februar 2007, har hann vísandi á tingskipanina § 26, stk 1 skjýtur upp, at tingið við atkvøðugreiðslu ger av at velja tingnevndirnar av nýggjum.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 23. februar 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum sambært § 26, stk. 1 í tingskipanini

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni.
Málið verður beint í mentanarnevndina.

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Málið verður beint í rættarnevndina.

4.        Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.10


 

             Edmund Joensen

              løgtingsformaður               


                             /Marius Rein

                                                                                                                                                                         skrivari