Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

57. fundur

 

Ár 2007, hósdagin 15. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Johan Dahl, Lisbeth L. Petersen, Bill Justinussen, Andrias Petersen, Vilhelm Johannesen, Heðin Zachariasen og Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2005
Málið beint í fíggjarnevndina
 

3.        Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/2006 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti
Málið avgreitt.
 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 66/2006:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  “forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 20. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Málið verður beint í rættarnevndina.

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Málið verður beint í mentanarnevndina.

3.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.10

 

Edmund Joensen

løgtinsformaður

Marius Rein

skrivari