Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

53. fundur

 

Ár 2007, mikudagin 7. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Mikkjal Sørensen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi:
Skriv frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, dagfest tann 6. februar 2007, við umsókn um farloyvi frá 6. februar 2007 til og við 20. februar 2007, og at næstvaldi á lista Javnaðarfloksins í Sandoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Birgir Mohr, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Gerhard Lognberg.


Til viðgerðar:
 

1.      Munnligir fyrispurningar


 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 8. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)

3.        Svar uppá fyrispurning nr. 100-22/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni, frá Heidi Petersen, løgtingskvinnu, viðv. bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi

4.        Svar uppá fyrispurning nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapensjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti

5.        Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.15  

 

 

             Edmund Joensen

              løgtingsformaður               

                               

  /Beinta Isaksen

                                                                                                                                                                       skrivari